Vit hava arbeitt út í eitt síðan tunnilin lat upp, sigur eina matstovu-eigari í Klaksvík.
– Síðan Norðoyatunnilin lat upp hava vit havt úr at gera sigur matstovueigararnir sum Norðlýsið hevur tosað við.
– Eisini er nógv at gera vanlig gerandiskvøld og stórsti parturin sum vitjar eru føroyingar.
Sjómannsheimið fullsett
Jógvan Petersen, stjóri á Klaksvíkar Sjómannsheimið sigur tað eru munandi meira vitjandi í ár enn undanfarin ár.
– Vit hava so at siga fult hús summarmánaðarnar og hóast tað eisini eru bólkar so eru tað eisini nógv sum koma, sum einstaklingar.
– Vit arbeiða við at útbyggja sjómansheimið og harafturat fremja vit eina renovering av øllum húsinum. Í løtuni hava vit 14 dubultkømur við bað og til samans hava vit í dag 34 kømur.
– Tað er eingin ivi um at vøksturin í ferðafólkatalinum stavar frá undirsjóartunnlinum tí áðrenn koyrandi var um fjørðin komu hesi ikki longur enn til Leirvíkar.




