Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

“Maud” skipið hjá Roald Amundsen vitjar Klaksvík

John William Joensen

Forkunnuga vitjanin er søgulig. Norska tjóðarhetjan, sum var fyrsti maður á Suðurpólinum, Roald Amundsen, bygdi “Maud” í 1917.

90 ár eftir at hon sakk í canadiska ísinum er skipið, sum silgdi tann heimskenda norrmannin á hansara seinru ferð til Suðurpólin, nú á veg heim aftur til Norra til eina hetju móttøku.

Roald Amundsen ætlaði at brúka Maud, sum var bygt serliga sterk, og uppkallað eftir norsku drotningini, at reka um Norðpólin innfrystur í polarísin. Eftir tvær miseydnaðar royndir seldi hann skipi til “Hudson’s Bay Company” í 1925. Trí ár seinri sakk hon meðan hon lág fyri akkerð útfyri Canadiska býin “Cambridge bay”.

Í dag kom skipið so til Norðhavnina har hesar myndirnar eru tiknar.
Maud er komin í Norðhavnina at kroka og bíðja til ráðiligt er at halda leiðina fram til Norra.