Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mayowa Alli fingið nýtt felag

Jákup Ósá

Er leigaður út restina av árinum.

Mayowa Alli, sum er frá USA, kom til KÍ undan hesum kappingarárinum. Hann spælir bæði sum miðverji og vinstri bakkur, har hann í KÍ fyri tað mesta spældi á vinstra bakki. Leiguavtalan við KÍ gekk út 31. august, tá hann fór aftur til Vendsyssel. Í Vendsyssel hevur hann 1 ár eftir av sínum sáttmála, men Vendsyssel hevur longu leigað hann útaftur fyri restina av hesum árinum. Thisted liggur í toppinum í triðbestu donsku deildini og tað verður har, at Mayowa Alli skal spæla komandi mánaðirnar, skriva m.a. heimasíðan hjá Vendsyssel.