Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mayowa Alli og Kenan Hajdarevic fluttu báðir upp

Jákup Ósá

Seinastu dystirnir triðbestu donsku deildini vóru í dag.

Mayowa Alli og Kenan Hajdarevic spældu báðir við KÍ í 2015, meðan Mayowa Alli eisini spældi við í 2016. Eftir tíðina í KÍ fóru teir til danskan fótbólt, har teir hava spælt í toppinum í triðbestu deildini. Tað er ein tíð síðani, at Thisted við Mayowa Alli í hópinum tryggjaði sær uppflyting. Í dag bleiv so avgjørt, hvør fekk hitt uppflytingarplássið. Tað gjørdist Kenan Hajdarevic og Brabrand sum við 5-1 sigri á Dalum tryggjaðu sær 2. plássið í deildini. Sostatt skulu báðir hesir fyrrverandi KÍ leikararnir spæla í næstbestu donsku deildini næsta ár.

Kenan Hajdarevic var fyri nøkrum umførum síðani nummar 2 á toppskjúttaralistanum, men skaðar darvaðu endaspurtinum. Hann endaði tó sum toppskjútti hjá Brabrand.

Harleywoodpaint