Fríggjadagin 20. mai vilja vit fegin bjóða tær at verða hjartaliga vælkomnan í Norðurlandahúsið at hátíðarhalda 35 ára stovningardagin hjá Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum.
Innbjóðing til “Lívið hevur litir”
Fríggjadagin 20. mai vilja vit fegin bjóða tær at verða hjartaliga vælkomnan í Norðurlandahúsið at hátíðarhalda 35 ára stovningardagin hjá Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum.
Neyvan var tað av tilvild, at MBF varð stovnað sjálvan dagin hjá Sameindu tjóða 24. oktober 1981, og var tað eitt stórt framstig fyri felagið og føroyingar, tá ið Føroya Løgting 13. mai 2009 samtykti ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
Á skránni verða lívssøgur, hugleiðingar og tónleikur, og harumframt verður ljós varpað á stóru broytingarnar innan brekøkið seinastu árini.
Eisini er tað við stórari gleði fyri MBF á 35 ára degnum at bjóða til framløgu av nýggjari bók, sum er upplýsandi tilfari til føroyingar um ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Bókin verður ókeypis, og er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag.
Ver hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið 20. mai kl. 12:30 at hátíðarhalda 35 ára dagin hjá MBF.




