Kári Lindberg er nýtt umboð fyri MBM í Klaksvík
Kári Lindberg er nýtt umboð fyri MBM í Klaksvík. Avtalað er fingin í lag og byrjaði hann at umboða MBM á Víkavegi 133, har hann frammanundan hevur virksemi við Vípuni, ið selur filsar o.a.
Tá Timburhandilin ikki ynskti at umboða MBM longur, varð Kári Lindberg spurdur, um hann hevði hug og umstøður at umboða MBM í Klaksvík. Kári metti, at hetta var ein góður møguleiki hjá honum at økja um virksemi hjá sær.
Tann 1. august byrjaði Kára Lindberg at umboða MBM í Klaksvík. Kári sigur, at hann hevur eina fóður goymslu soleiðis, at tey sum hava nakrar seyðir kunnu koma út á Víkaveg 133 og keypa fóður. Umframt fóður til seyð, hevur MBM eisini fóður, til eitt nú hestar og hundar. Eisini kann hoyggj bíleggjast, um kundin ynskir tað.
Vøruúrval
Afturat fóðrinum hevur MBM eisini aðra vøru í samband við seyðahald. Eitt nú patrónir, knívar og vektir til slakti, klæðir, spray-litir og klips til oyrini at merkja seyð við, krókar at hanga kjøt uppá, brýni, viftir, saksar, flettingarborð og stativ til at festa seyðin í, tá hann skal roytast, og annað til seyðahald. Nakað av hesi vøruni hevur Kári á goymslu á Víkavegi 133.
Um viðskiftafólk ynskja eina vøru, ið vit ikki hava á goymslu, so kunnu vit skjótt bíleggja vøruna umvegis telduskipanina. Avgreiðslan av bíløgdu vøruni gongur skjótt fyri seg. Eftir einum ella teimum døgum er vøran komin til Klaksvíkar, sigur Kári.
Umbyggja
Kári Lindberg sigur, at ætlanin er at umbyggja goymsluna, soleiðis at hon kemur at líkjast meira einum handli enn hon ger nú. Fólk í Klaksvík vita hvar Vípan og nú eisini MBM hevur sítt virksemi, men tað kemur meir enn so fyri, at avbygdarfólk hava trupult at finna handilin. Við ætlaðu umbyggingini verður hesin trupulleikin loystur, eins og tað verður meira innbjóðandi hjá kundunum at koma á gátt á MBM og Vípuni í Klaksvík.
Kári Lindberg sær ljóst uppá framtíðina, og er væl nøgdur við nýggju avtaluna, ið hann hevur fingið í lag við MBM. Og leggur hann afturat, at hetta er eitt gott íkast afturat núverandi virkseminum hjá okkum, sigur Kári Lindberg.
Opið er soleiðis:
Mánadag til Fríggjadag er opið: 9:00 17:00
Leygardag er opið: 10:00 12:30




