Hóskvøldið 22.05. kl. 21.00 fer hin ungdommiligi
abbin úr Havn at skapa hugna og trivnað millum
yngra ættarliðið í Klaksvík. M.C. ætlar at bróta upp
um armar og framføra nýggjar og eldri sangir úr
stóra sangskattinum. Ein viðkomandi og greiður
andaligur boðskapur er aðaltátturin.
10. árið á rað liggur eisini í kortinum at leita vestur í hav
til Grønlands við Juvel 2. fyrsta dagin. “Fyri at signing
kann spyrjast burtur úr kristniboðan, er neyðugt at
trúgvandi biðja fyri tiltøkunum”, sigur fyrrverandi hotel-
maðurin við einum vónríkum brosi. Hann gleðir seg til fyri-
standandi vitjanina í Klaksvíkini.




