Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

McCain er nú frammanfyri Obama

John William Joensen

Meðan Obama hevur ferðast í Evropa hevur McCain stríðst heima í USA og tað hevur givið úrslit

– Eg vil sera fegin halda talu í Týslandi, men tað skal verða sum forseti og ikki sum valevni, segði McCain í talu hann helt í Ohio, skrivar The Times.
Ohio er ein av sokallaðu "battleground states" har slagið um tey sum ivast fer at standa. Her hevur McCain brúkt sína orku meðan Obama hevur verið í Evropa.

McCain á odda
Og takktikurin hjá McCain hevur givið bonus. Fyrsta veljarakanningin eftir at Obama kom heim til USA vísir, at McCain er á odda við 4 % millum skrásettar veljarar.
Hetta er fysta ferðin at McCain hevur verið á odda í veljara kanningum.
Hettar ørkimlar ráðgevarnar hjá Obama tí annars hava allar veljarakanningar higartil víst – at amerikanarar ynskja ein demokratiskan forseta.

Ivasom um Obama
Ein veljarakanning hjá Wall Street Journal vísti at umleið helvtin av teimum spurgdu ivaðust í hvat slag av forseta Obama fór at verða, meðan bara ein fjóðringur ivaðust í at McCain fór at verða ein góður leiðari.
Men demokratiski flokkurin heldur fast um at Evropatúrurin hjá Obama var eitt gott tiltak.
– Veljararnir sóu ein man (Obama) sum førdi seg fram sum ein forseta og tað hevur alstóran týdning, skrivar The Times frá demokratisku ráðgevarum Obama’s