Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

McFadden fríggjakvøld og Shaky leygarkvøld

John William Joensen

Stóru nøvnini standa í kø fyri at sleppa á pallin á Summar Festivalinum í ár. Fyrireikararnir hava nú almannakunngjørt skránna fyri festivalin, og tað verður nógv spennandi at hoyra bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

Summar Festivalurin 2005 verður um vikuskiftið, og nú hava fyrireikararnir kunngjørt skránna fyri tiltakið. Í ár verður festivalurin fríggjadag og leygardag, og báðar dagarnar spæla stór føroysk og útlendsk tónleikanøvn.
Fríggjakvøldið verður írski Brian McFadden høvuðsnavnið, meðan bæði Shakin’ Stevens, Ana Johnsson og Anne Linnet verða at hoyra leygarkvøldið. Umframt tey stóru útlendsku nøvnini eru nógvir spennandi føroyskir bólkar við bæði kvøldini.
Í ár verða tríggir pallar á Summar Festivalinum. Stóri pallurin er aftur í ár á Vágsbøi, men afturat honum verða nú tveir aðrir pallar. Á Flags-pallinum fara fleiri bólkar at spæla, meðan Silva-pallurin fer at hýsa alt frá tónleiki til undirhald, gykl og dansishow.
Vit halda okkum hava sett saman eina sera spennandi skrá, har børn og vaksin í øllum aldri kunnu fáa tveir framúr góðar festivaldagar við heimskendum og landskendum tónleiki og undirhaldi, siga fyrireikararnir.