Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum segði í vitnisfrágreiðing í Føroya Rætti, at løgmaður hevði stóra ávirkan á Breakfee avtaluna sum Kári P. Højgaard undirskrivaði. (C.I.P. kravdi endurgjald um avtalan við privatafelagið um at byggja Skálafjarðartunnilin ikki bleiv veruleiki). Sambært aðalstjóranum varð avgerðin at binda landsstýrið til breakfee avtaluna tikin av løgmanni hóast landsstýrismaðurin skrivaði undir. Men er niðurstøðan hjá aðalstjóranum ikki í andsøgn við sjálva frágreiðingina sum aðalstjórin hevur givið kanningarstjóranum?
Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum segði í vitnisfrágreiðing í Føroya Rætti, at løgmaður hevði stóra ávirkan á Breakfee avtaluna sum Kári P. Højgaard undirskrivaði. (C.I.P. kravdi endurgjald um avtalan við privatafelagið um at byggja Skálafjarðartunnilin ikki bleiv veruleiki). Sambært aðalstjóranum varð avgerðin at binda landsstýrið til breakfee avtaluna tikin av løgmanni hóast landsstýrismaðurin skrivaði undir. Men er niðurstøðan hjá aðalstjóranum ikki í andsøgn við sjálva frágreiðingina sum aðalstjórin hevur givið kanningarstjóranum?
Havast skal í huga at tað var aðalstjórin sum vegna Innlendismálaráðið stóð á odda fyri samráðingunum við CIP og klárt var at skrivað undir og fara í gongd við arbeiði at byggja tunnilin, tá løgmaður gav boð um at avtalan skuldi leggjast fyri løgtingið aftur, tí politiskt var man farin at ivast í heimildunum.
Aðalstjórin greiddi kanningarstjóranum frá at løgmaður gjørdi vart við á fundi við IMR og CIP at hann ikki fyrisæt málsøki og tí ikki hevði heimild til at gera eina avtalu við CIP, og hetta gjørdi løgmaður á fundi har hann kunnar CIP um politisku støðuna og avgerð sína at leggja málið niðan aftur í tingið. Aðalstjórin váttar eisini í vitnisfrágreiðing síni at løgmaður luttók ikki á fundinum har avtalan var undirskrivað.
Hóast niðurstøðuna hjá fyrrverandi aðalstjóranum stiðjar hetta undir tað sum løgmaður áður hevur sagt í miðlum og í løgtinginum.
Eingin fundarfrásøgn er skriva frá fundinum har løgmaður luttók og sjálvur hevur løgmaður sagt at hetta einans vóru fundir har hann kunnaði partarnar um politisku støðuna. Aðalstjórin vísti til eina fundarfrágreiðing sum hann sjálvur skrivaði eina til tvær vikur aftaná nógv umtalaða fundin og harafturat hevur eingin av pørtunum góðkent fundarfrásøgnina. Tí er trupult at pástanda at partarnir hava lagt nakran formliga týdning í fundirnar uttan tað at løgmaður kunnaði partarnir um avgerð sína at málið skuldi aftur í løgtingið.
Stýrisskipanin
sigur greitt at landsstýrismenn sita fyri málsøkjum sínum og hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teimum málsøkjum, sum løgd eru til teirra.
Sambært stýriskipanini var tað formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, sum hevði ræði og ábyrgd av málinum um Skálafjarðatunnilin og vitnisfrágreiðingin staðfestir at ábyrgdin av Break Fee avtaluni við CIP lá í Innlendismálaráðnum líka til løgmaður valdi at koyra landsstýrismannin til hús og samstundis sendi út fráboðan um at løgmaður yvirtóka ræði og ábyrgd av Innlendismálum. Tað gjørdi løgmaður ikki fyrr enn 5/9-2013.
Aðalstjórin váttaði eisini yvir fyri kanningastjóranum at tað var landsstýriðsmaðurin sum skrivaði undir avtaluna og var tað samstundis ein staðfesting av tí veruleika at hann sambært stýriskipanini einsamallur hevði evstu ábyrgd av málinum – eins og øll onnur mál sum lógu í Innlendismálaráðnum.
C.I.P bólturin endaði hjá løgmanni
Kaj Leo Holm Jóhanesen hevði/hevur sum løgmaður evstu ábyrgd og hann hevur sagt seg verða sannførdan um at kanningarstjórin ferð at staðfesta at løgmaður hevur fyrisitið rætt sambært stýrisskipanini.
Eftir vitnisfrágreiðingarnar hjá embætisfólkunum í fyrrverandi Innlendismálaráðnum er greitt at tey uppfataðu støðuna sum at tað var løgmaður, sum tók avgerðina tá breakfee avtalan skuldi gerast.
Men tað skal verða løgið um ikki tær nógvu frágreiðingar, sum løgmaður og landsstýrismaðurin hevur latið løgtinginum í málinum viðvíkjandi sáttmálanum við CIP, ikki eisini eru góðkendar av embætisverkinum í IMR. Tað fáa vit tó neyvan at vita fyrr enn løgmaður hevur sagt sína søgu fyri Gammeltoft.
Tað kendist tó ikki sørt løgið at hoyra fyrrverandi aðalstjóra siga at tað var løgmaður sum tók avgerð fyri hann og landsstýrismannin í IMR hóast landsstýrismaðurin skrivaði undir og tað sambært stýriskipan eingin ivi er um at tað var IMR sum var umsitari og hevði ábyrgd av málinum.
NÚ má málið ganga sina gongd og um staðfest verður at løgmaður hevur brotið stýrisskipanina so er avleiðingin sjálvsøgd.
Gammeltoft vísti aftur at framskunda vitnisfrágreiðingina hjá Løgmanni eftir at advokatur í KVF helt hetta verða neyðugt tí at tað sum er komið fram higartil er tyngjandi fyri løgmann.
At gera niðurstøður og fella dóm uppá eina útsøgn ella einkultar upplýsingar hava vit sæð dekan og nógv til í málinum um Skálafjarðartunnilin.
Málið byrjaði annars við at ein landsstýrismaður ætlaði at gera tingsins vilja og skriva undir sáttmála við privat felag um at byggja og fíggja ein tunnil uttan nakra játtan ella veðhald úr landskassanum.
Tá klárt var at skrivað undir skaptu ávísir upplýsingar, sum vóru latnir pressuni av embætisfólki í IMR (sum enntá ikki hevði sæð ella kendi til innihaldi í sáttmálanum) mikla øsing – heilt suður til RIO DE SANERO.
Endin var at allir flokksformenn á tingið settust til fundar og samtykti at byggja TVEIR undirsjóartunnlar við veðhaldið og fígging úr landskassanum.
Øll viðgerðin var hildin loynilig og eingin kennir prísin og avleiðingarnar fyri landskassan av hesi løgtingslógini. Ein meting frá Landsverk sigur beint undir 2 mia.??
MEN tá allir flokksformenn hava sett sína undirskrift á sama papír lepa halda øll munn – sjálvt innihaldi spyr eingin um í løgtinginum. Nú er partafelag stovnað stjóri og nevnd vald – og tey eru nú farin at kanna hvør kann lata landskassanum bíligastu lánini………. hetta kallast politikkur!




