Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meðan føroyskur Kommunulækni og løgtingslimur ávarar føroyingar ímóti kopping, doyggja danir av H1N1

John William Joensen

Danska blaði Børsen skrivar í dag at ein 30 ára gamal maður doyði í nátt á Hvidovre Hospital.

Maðurin sum hevði influenza H1N1 var álvarsliga sjúkur av eini kroniskari sjúku.

Maðurin doyði seint leygarkvøldið á intensivari deild á Hvidovre Hospital, skrivar Sundhedsstyrelsen í einum tíðindaskrivi.

Nú eru fýra danskarar deyðir av H1N1. Ein maður í 60’unum doyði mikudagin og ein annar maður í 30’unum doyði 12. november í heimi sínum í Keypmannahavn. Teir vóru báðir kroniskt sjúkir og vóru tí í vandabólki sum Sundhedsstyrelsen hevur mælt til at lata seg koppseta. Í september doyði ein miðalaldranid lastbilaførari í Norra av H1N1.

Umleið 100.000 danskarar eru í løtuni smittaðir av H1N1. Flestu teirra eru børn. Ráði frá myndugleikunum til tey sum gerast sjúk er um at verða verðandi heima og kontakta lækna um fepurin ikki er avtakandi eftir nakrar dagar.

Á heimasíðuni hjá landslæknanum sæst hvørjir vandabólkar eiga at lata seg koppa.

Men Í kringvarpinum mælti Jenis av Rana Kommunulækni, og formaður í Miðflokkinum, føroyingum frá at lata seg koppseta. Eisini hevur undurtøkan millum heilsustarvsfólk í føroyska sjúkrahúsverkinum fyri at lata seg koppseta verið sera lág.

Tey sum eru ímóti at lata seg koppseta vísa á at sjúkan í felstu førum er sera mild og at enn kenna myndugleikarnir ikki heilt hjáárinini av koppingarevninum.

Meðan kjakið gongur – kunnu heilsmyndugleikarnir tó semjast um at sjúklingar halda fram við at doyggja av H1N1

Harleywoodpaint