Meðan løgtingið hevur hært orðaskifti um at broyta eina ríkislóg, boðar landsstýriskvinnan frá í tíðindaskrivi, at málsøkið verður yvirtikið kanska áðrenn nøkur broyting fær tíð til at verða sett í gildið.

Samtíðis sum løgtingið í morgun hevði triðju viðgerð av uppskotinum um at broyta hjúnabandslógina sendi Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, út tíðindaskriv, har hon boðaði frá, at málsøkið sum millum annað umfatar hjúnabandslógina verður yvirtikið í seinasta lagið um tvey ár.
Sirið Stenberg hevur verið á fundi við danska sosial- og innanríkisráðharranum um hetta málið, og í tíðindaskrivinum boðaði hon frá, at ein avtala um yvirtøku av málsøkinum var undirskrivað á fundinum.
”Miðað verður ímóti, at familjurættarliga økið verður yvirtikið skjótast til ber og í seinasta lagi á ólavsøku 2018,” stendur í tíðindaskrivinum.
Hetta merkir, at um løgtingið í dag samtykkir broytingina í hjúnabandslógini, so verður lítil tíð at seta broytingina í verk áðrenn málsøkið verður yvirtikið.