Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meðan tey rokna

Eyðgunn Samuelsen

Løgtingi samtykti tann 8 mai at játta 4,1 millión eyka til illa sperdu eldrarøktina. Orsøkin til, at samgongan lat seg kroysta at koma við hesi eykajáttan, var at starvsfólk og avvarðandi ikki longur vildu tiga, men mótmæltu teim ógvusligu sparingum, ið vóru fráboðaðar innan eldrarøktina.

Løgtingi samtykti tann 8 mai at játta 4,1 millión eyka til illa sperdu eldrarøktina. Orsøkin til, at samgongan lat seg kroysta at koma við hesi eykajáttan, var at starvsfólk og avvarðandi ikki longur vildu tiga, men mótmæltu teim ógvusligu sparingum, ið vóru fráboðaðar innan eldrarøktina. Hóast samgongan feldi broytingaruppskotið frá minnilutanum, um at játta veruliga tørvin, á 6,2 milliónir, so fingu øll tað fatan, at tær játtaðu 4,1 milliónin fór at hava við sær, at sparingarnar ið vóru fráboðaðar, fóru ikki at verða settar í verk.

Tey rokna og sparingarnar standa við.

Í teim 21 døgunum, ið eru farnir síðan eykajáttanin er samtykt, gerast starvsfólk og avvarðandi enn meira ørkymlaði. Peningurin er játtaður, men onki hoyrist um at nakrar sparingar verða tiknar aftur. Tvørturímóti, sparingar verða framdar á Boðanesheiminum, sparingarnar á Tjarnargarði standa við eins og sparingarnar standa við í Eysturoynni.

Tey rokna enn

Nú, 3 dagar áðrenn sparingarnar verða settar í verk, millum annað í Eysturoynni, fær almenningurin at vita, at tey fara at rokna eina viku aftrat og at sparingarnar standa við. Hvat er meiningin við at seta sparingar í verk, hóast løgtingi hevur játtað pening, hetta ber ikki til at skilja. Um neyðugt er at rokna so longi, so hevur ein hug at spyrja, var onki rokna, tá ið upplýst var fyri løgtinginum at neyðugt var við eini eykajáttan á 4,1 millión. Hvat lá til grund fyri hesa umbønina, tá ið hesin peningurin nú ikki kann koma út í røktina beinanveg og hví verða fráboðaðu sparingarnar ikki steðgaðar, meðan man roknar víðari.

Spara í eina viku og hvat so

Sagt verður nú, at um eina viku so eru tey liðug at rokna. Havi hug at spyrja, hvat hendir so. Verða tær sparingar, ið verða settar í verk tann 1 juni avblástar tann 5 juni, tá ið tey vita hvussu peningurin skal býtast út í eldrarøktina. Hvat við starvsfólkunum, sum eru sett niður í tíð av sparingum, ganga bert fáir dagar og fáa tey so at vita, at hetta var ikki meiningin. Hvat við teim eldru, ið kenna seg sum ein kastibløka og gerast sera ótrygg av støðuni. Tað er púrasta óskiljandi, at myndugleikar kunnu arbeiða á henda hátt.

Ikki nokk við føgrum orðum

Landstýriskvinnan Annika Olsen hevur ferð eftir ferð ført fram, at sparingarnar ikki skulu raka røktina. Higartil er tað júst tað ið hendir. Nú má nakað annað henda, enn bert føgur orð.

Tað hevur sjálvandi stóran týdning, at játtaði peningurin kemur teimum eldru og røktini til góðar á besta hátt. Er tað so, at hetta krevur neyvari útrokning, so átti myndugleikin at steðga sparingunum, meðan rokna varð, so brúkarin og starvsfólkini sluppu undan framhaldandi ótryggleikanum. Er tað so, at játtaði peningurin ikki er nøktandi, so eigur landstýriskvinnan at koma við nýggjari umbøn á ólavsøku, so írestandi peningurin fæst til vega. Tí hvørki okkara eldru ella starvsfólkini hava uppiborið tað viðferð, ið varandi óvissan skapar.

Eyðgunn Samuelsen

løgtingskvinna