Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Medina er líkaglað – upp á ein góðan máta

Danial Viðoy

FRIGG: Eitt av høvuðsnøvnunum á Frigg-festivalinum hevur júst framført. Lættklædda Medina hevur gjørt sítt til eina hugnaliga løtu. Hon byrjaði í turrveðri, men nú oysir niður. Men tað leggur Medina onki í; hon er líkaglað.

Nýggjasta hittið hjá Medinu hóskar væl til veðrið júst nú. Tað hevur verið turt, men nú regnar; men hvat leggur ein føroyingur, grønlendari ella íslendari í tað, hann leggur sjálvandi einki í tað.

Fólkið á staðnum eru í góðum hýri.

Tað var nógv skrivað um Medinu á sinni, tá ið hon í Vágsbotni fyri tveimum árum síðani framførdi til Voxbotn. Har gjørdi hon so lítið burturúr sum møguligt og helt ikki, at henni nýttist orkestur.

Men hon hevur orkestur við í dag og tað telur sjálvandi. Hon er ein poppdrotning og dugur síni ting. Men Norðlýsið heldur, at Eivør riggaði betri til norðurlendska Frigg-festivalin.

Ein góð konsert og fólk í góðum lag. Tá fólk eru í góðum lag, ja! so er ein festivalur góður.

Og nú var aftur turt. Jú, hetta minnir meira og meira um ein føroyskan festival.

Harleywoodpaint