Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meiken Krabenhøft, forkvinna í Sandoyar Tjóðveldisfelag: Pressan hevur sett Sandoynna í ringt ljós

John William Joensen

sigur forkvinnan í Sandoyar Tjóðveldisfelag, Meiken Krabenhøft, sum bíðar spent eftir hvørji niðurstøðu landsstýri kemur til eftir fundin í dag.

– Tað var ein breiður meiriluti av løgtingslimum, sum samtykti at farast skuldi undir Sandoyartunnilin og tí er tað heilt ótrúligt at fjølmiðlarnir hava snara tað soleiðis, at tað eru Gerhard og Páll, sum eru ein trupuleiki hjá samgonguni, sigur forkvinnan í Sandoyar Tjóðveldisfelag.

– Vit ynskja bara at fáa tað sama, sum aðrir borgarar í føroyum, men í løtuni kenna vit okkum tilsíðusett.

– Tað at verða sandoyingur er í fjølmiðlunum vorið negativt – og tað er næstan soleiðis at ein ikki torir at siga at ein er úr Sandoynni.

Forkvinnan í Sandoyar Tjóðveldisfelag sigur, at sandoyingar standa spyrjandi yvir fyri tí, sum gongur fyri seg á politiska leikpallinum í løtuni.

– Vit krevja bara tað at politikarar viðra tað sum ein breiður meirluti í løgtinginum longu hevur samtykt og eg dugi ikki at síggja at landsstýri kann koma til aðra niðurstøðu.

– Í løtuni bíðja vit spent eftir samgonguni og tá útmeldingin kemur frá landsstýrinum ætlað vit at boða til fundar, sigur forkvinnan í stuttari viðmerking til Norðlýsið