Fyrrverandi KÍ-málverjin Meinhardt Joensen er nýggjur leiðari í Café KÍ.
Matstovan hevur ikki verið opin í eina tíð, men nú hevur Klaksvíkar Ítróttarfelag og Meinhardt Joensen gjørt leigusáttmála og sum skilst er talan um eitt royndar tíðarskeið.
Opin alla vikuna
Meinhardt Joensen sigur at Café-in verður opin alla vikuna frá kl. 16 til kl. 22, og um vikuskiftið verður hon opin í samband við aktivitetir á vøllinum og í høllini.
– Eisini arbeiða vit við at skipað fyri nýggjum tiltøkum, har vit m.a. hugsað um fyrilestrar og Buffé.
– Vit leggja stóran dent á at talan er um felagshøli hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag og tí hevur tað stóran týdning at leikarar, foreldur, viðhaldsfólk og onnur við tilknýti til ítrótt kenna seg væl.
Vísa Champions Leage
– Í samband við Champions Leage sum verður sýnd í sjónvarpi, fara vit at skipað fyri vedding í samband við úrslitið av dystunum.
– Í hálvleikinum verður ein spurnakapping har tann, sum svarar flest spurningum vinnur ein flogferðaseðil frá Fonnflog.
Í kvøld kl. 19:45 verður Champions Leage dysturin millum Juventus og Real Madrid sýndur og í samband við dystin verður spurnarkappingin roynd á fyrsta sinnið og eisini verður møguleiki at vedda um úrslitið av dystinum.
Sóknast eftir fólki
Meinhardt Joensen sigur at hann kundi hugsað sær eina góða blanding av eldri og yngri fólki at arbeiða í Cafeini og kunnu tey sum hava áhugað ringja til Meinhardt á telefon 219886.




