Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meinhardt Joensen til B68

John William Joensen

Meinhardt Joensen, skal verja málið hjá B68 seinastu fimm dystirnar av landskappingini

Meinhardt Joensen hevur annars ikki spælt síðan oktobermánaða 2002 orsaka av skaða í rygginum. Men í vetur var hann lagdur undur skurð og seinastu vikurnar hevur KÍ-málverjin so aftur verið til venjing.
– Eg havi av og á verið í samband við B68 og tá teir nú vóru áhugaðir í at geva mær nakrar dystir, valdi eg at taka av og royna meg á Toftum.
– Eg havi eisini tosað við KÍ-venjaran, men tá eg noyðist av landinum í arbeiðsørindum komandi tvær vikurnar, fáið eg ikki hjálpt KÍ í verandi støðu.
– Jákup verður vantandi klárur um tvær vikur, so møguleikin hjá mær at fáa dystir í KÍ eru sera smáir í ár.
– Tað er umráðandi fyri meg aftur at sleppa at spæla og hetta skilti KÍ-venjarin eisini og tí eri eg sera spentur til at verja málið hjá B68.

Harleyfacadeacryl