Fyrrverandi B36 málverjin sær B36 sum lítlan favoritt, men leggur dent á, at bæði KÍ og B36 hava góð lið.
Toppdystur: KÍ málverjin, sum áður hevur spælt í B36 í fleiri ár, væntar ein undirhaldandi dyst sunnudagin millum tvey góð lið.
Meinhardt Joensen vardi B36 mál í 2011, tá B36 vann sítt seinasta meistaraheitið. Meinhardt spældi við B36 í 2008, 2010, 2011 og 2012, so hann kennur mótstøðuliðið sunnudagin.
Undirhald sunnudagin
Vit spyrja, hvat áskoðararnir kunnu vænta sunnudagin, tá nummar 1 og 3 bresta saman í toppdysti í Klaksvík.
– Eg vóni, at vit fáa ein undirhaldandi dyst. Karmarnir leggja upp til hetta, tí vit hava ein góðan vøll og tvey góð lið við nógvum góðum leikarum. Tað er ein 50/50 dystur, sum tó liggur eitt sindur meir til B36, tí teir endaðu 5 pláss frammanfyri okkum í fjør og liggja á odda í løtuni, sigur Meinhardt Joensen at enda.
Øll samrøðan við Meinhardt er í Norðlýsinum hesa vikuna.




