Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meir bygging á skúlaøkinum

Nordlysid

Ein partur av skúlabyggingini fer í gongd komandi mánaðin, og eftir ætlan skal sjálvur bygningurin bjóðast út um miðjan desember í ár.

Einpartur av skúlabyggingini fer ígongd komandi mánaðin, og eftir ætlan skal sjálvur bygningurinbjóðast út um miðjan desember í ár.


Nakað avvirksemi hevur verið í ovara skúlagarði í einatíð. Nú hevurFuglark, vegna Klaksvíkar kommunu, innheintað tilboð uppá størstapartin av útgravingini, ið skalgerast á skúlaøkinum.

Hesin parturin fevnir um kjallara undir nýggjaskúlanum,fýrrúm,fundament og ymiskar leiðingar, harav sjóhitaleiðingintil skúlanog niðantil hallirnar á ítróttarøkinumeisini er ein partur.

Á skrivstovunihjá Fuglarkvórðutilboð latin upp í dag,og hevðiKanjon lægsta boðið. Nú verðatilboðinieftirkannað, áðrenn arbeiðið endaligakann setast í verk.

Væntað verður,at hesin fyrsti parturin fer í gongdhendan komandi mánaðin, og merkir hetta, at skúlavegur verður framhaldandi stongdur.

Nógv er at samskipa í økinum, av tí atfleiri verkætlanir hjá kommununiog privatum aktørum møtast, og krevur hetta tí eittsindur meir enn vanligt.

 

Víðari gongdin á skúlaøkinum

Fuglark upplýsir, at eftir ætlan verður enn ein útbjóðing um miðjan desember, har sjálvur bygningurin verður bjóðaður út. Tá hettaer gjørt, kann samlaða verkætlaninbyrja einaferð fyrstí komandiári.

Býráðið hevursett 100 mió. av til hesa umfatandi skúlaverkætlan komandi árini.

Harleyfacadeacryl