Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meir seyður enn vanligt í Líðini

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Tað var meir seyður at býta enn vanligt hevur verið seinastu árini, tá uppsalamenn vóru á fjalli í Líðini í dag.

Tað var meir seyður at býta enn vanligt hevur verið seinastu árini, tá uppsalamenn vóru á fjalli í Líðini í dag.

Í dag vóru teir á fjalli í Líðini. Líðin hoyrir til Uppsalahaga og har gongur seyðurin úti alt árið. Væl gekk at reka og mettu menn, at eini 5 seyðir vóru úti eftir og var hetta sera lítið um samanborið verður við undanfarnu ár. Tað merkti eisini, at meir var at býta millum eigararnar. Talið var størri, meðan vektin á tyngstu lombunum kanska var lakari enn okkurt annað árið. Einki lamb fór uppum 100 pund í livandi vekt.

28 gimburlomb blivu slept og 12 brundlomb sett við, sum brunda í bæði Líðini og fyri heiman. Samlaða lambatalið eftir at sleppingarlomb og brundlomb vóru farin burturav var umleið 112 lomb, sum so skuldi býtast. Sostatt fóru 18 lomb í hvønn part uppá 40 gyllin.

Send myndir frá fjallgongu, fletting ella líknandi til info@nordlysid.fo, so vera tær lagdar út alment til gleði fyri mong seyða áhugað fólk.