Tað gongur sera væl við Norðoyatunnlinum. Sambært kortinum í blaðnum ídag, so eru longu nú 2.168 metrar boraðir og tá tunnilin verður knappar 6.200 metrar, so er væl meira enn triðingurin boraður í skrivandi stund.
Eftir øllum sólarmerkjum kann roknast við, at liðið hjá NCC Borðoyarmegin og tað Lorvíksmegin koma saman undir Lorvíksfirði umleið aðru viku av apríl í komandi árið, ístaðin fyri í juni, sum arbeiðissetningurin frá byrjan segði.
Júst nú arbeiða teir inni undir Háfjalli í "Bumshamarslindini" og hetta er sera gott grót, sum verður goymt sum reyðargull, til at taka uppaftur at gera undirlendið til koyribanan inni í tunnlinum.
Úr tunnlinum fræta vit, at tað alla tíðina hevur gingið sera væl og at teir ikki hava møtt serligum forðingum orsakað av vatni ella øðrum, hóast onkrar smáseinkingar hava verið, sigast kann, at vit arbeiða við turrum fjalli.
Grótið verður koyrt ymsastaðni. Tað besta grótið verður lagt uttanfyri bátahylin á Borðoyarvík til seinni nýtslu, ímeðan restin verður koyrt oman á Sandin í løtuni.
Tó kann ein ikki annað enn undrast á, at býráðið hevur valt ikki at koyra grót norður í góðshavnina í Ánunum, men ístaðin hevur valt at sigla grót úr Lorvík til tað byggiplássið. Tað er onki at ivast í, at hetta við at føra grót um fjørðin er kostnaðarmikið, og nú so nógv grót kemur undan Háfjalli hevði tað verið hópin skjótari at tikið grótið hagani. Spurningurin er tí um býráðið ikki átti at tikið hetta upp til eftirmetingar.
Annars fara menn nú undir at asfalterað meira uppi við Borðoyarvík og skuldi hetta gjørt, at teir stóru lastbilarnir fara at draga minni við sær oman í býin.




