Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meira papírarbeiði er ein avleiðing av HB málinum

John William Joensen

Í úrskurðinum hjá kappingarnevndini verður nú mælt til at allir leikarar nú skulu hava leikaraloyvir – eisini teir sum ongantíð hava skift felag

Ein beinleiðis avleiðing av nógva rokinum um HB málið er at kappingarnevndin nú mælir til at allir leikarar sum leika í fremstu deildini skulu hava leikaraloyvi – eisini teir sum hava verið trúgvir móti barndómsfelagnum og ongantíð hava skift felag.
Hetta hevur ikki verið siðvenja og so er spurningurin hvar ein skal seta markið ella um allir leikarar – eisini í ungdómsdeildunum skulu hava leikaraloyvi. Tað er nevnuliga sama siðvenja galdandandi fyri lægru og yngru deildirnar, viðvíkjandi leikaralovyum, sum í Formuladeildini.
 
Brot úr úrskurðinum hjá kappingarnevndini:
– Seinastu árini er blivið alt meira vanligt, at leikarar skifta feløg, og serliga ofta kemur fyri, at leikarar skifta felag millum tvey kappingarár.
Tað er í hesum førum, at spurningurin um leysgeving frá einum felag til eitt annað felag og útskriving av loyvisbrævi blívur aktuellur.
Øll feløg, sum hava lutttikið í føroysku lands- og steypakappingini hava verið vitandi um hesa siðvenju, og feløgini eru eisini vitandi um, at tað higartil ikki hevur verið neyðugt at biðja um loyisbræv frá FSF viðvíkjandi leikara, sum verður mettur at verða føddur og uppvaksin hjá viðkomandi felag.
Kappingarnevndin er tó av teirri áskoðan, at málini viðvíkjandi KÍ og B36 seinasta ár og aktuella málið viðvíkjandi HB eiga at hava við sær, at FSF eigur at umhugsa um tað ikki er rættast at útskriva formlig loyvisbrøv til allar leikarar, sum leika í fremstu deildunum í føroysku lands- og steypakappingini.