Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meira um glíðibreytir og logikk

Anna Joensen

Í grein í miðlunum nú um dagarnar, roynir Heini í Skorini, at gera eina seinastu desperata roynd fyri at fáa okkum føroyingar at skilja vælsignilsið av at lata hjúnabandslógina umfata pør við tveimum av sama kyni. Hann nevnir nøvn sum David Cameron, Nelson Mandela og Desmond Tutu. So hevur hann sligið tónan an, so vit øll skilja álvaran í málinum. Tá hettar er gjørt, viðgerð hann tilmælið hjá Rúna Rasmussen til rættarnevndina. Alt gott at siga um hjúnabandið, tað er ikki her trupuleikin liggur. Tað sum Heini saknar í tilmælinum, er ein grundgeving fyri hví tvey av sama kyni IKKI skulu kunna giftast. Hví kunnu Hanus og Jákup ikki sleppa at kalla seg eini hjún?

Er tað møguligt, at koma við eini tílíkari grundgeving? Tað er ikki siðvenja í okkara mentan – so einkult er tað. Ein spurningur um trúgv og virðisgrundarlag.

Sambært Heina hevur tilmælið hjá Rúna til rættarnevndina lítið uppá seg, og er meira postulerandi enn argumenterandi. Og so skal hann draga ta famøsu glíðibreytuna uppí málið! Hetta meinar Heini er púrasta burturvið, tí : tað er eingin logiskur samanhangur ímillum eitt separat uppskot og eitt annað separat uppskot. Ímillum borgarliga vígslu til samkynd og tað polygamiska brúdleypið ella brúdleyp millum systkin.” Og víðari “Kvalitativt eru hesir spurningar púra ymiskir”.

Men hvussu kunnu vit siga, at tað er ein “logiskur samanhangur” ímillum teir ymisku samlívsformarnar her? Vit hava logiskar samanhangir í útsøgnum, í argumentum, í matematiskum líkningum osv. Og kunnu samlívsformarnir maður & kvinna, og maður & maður sigast at vera kvalitativt eins?

Tá Heini soleiðis hevur afturvíst allan glíðibreytaóttan, roynir hann at venda tað til tað góða – “tann góða glíðibreytin”? Her hugleiðir hann um allar tær stóru broytingarnar sum eru hendar søguliga, og fer líka aftur í miðøldina. Hann nevnir intellektuellar slóðarar sum Rosseau, Voltaire, Locke og Spinoza, sum við hesu “glíðibreytini” hava verið við til at skapa ein betri og rættvísari heim.

Hvar er tann logiski samanhangurin her? Eru øll hesi fyribrygdi kvalitativt eins? Hvar er tann reyði tráðurin her? At framføra, at vit hava givnan logiskan konsekvens í hesum føri, sum gongur líka aftur til miðøldina, er bílig og platt “argumentatión”. Hví nevnir hann IKKI kristindómin við einum orði? Hevur hann ongan týðning haft fyri at skapa ein betri og rættvísari heim?

Víðari í sínum teksti nýtir Heini dúgliga orið logikk. Í sínari formulering hevur hann umbýtt orð sum: grundgeving, argumentatión, uppfatan og pástandur við tí meira positivt ladaða orðinum logikkur. Her eru nøkur dømir:

Bretski forsætisráðharrin David Cameron hevði ein greiðan ” logikk” á árligu flokskongressuni hjá Konservativa stjórnarflokkinum í Manchester í oktober 2011.

Logikkurin” er, at hjúnabandið er gott, og tí mugu samkynd ikki sleppa framat hesi institutión

Tá Nærverkið skal spara, kann ein við hesum “logikki” spyrja, um Nærverkið nú skal niðurleggjast.

Hesin “ logikkurin” er hentur til at flyta fokus við.

Men “glíðibreytar-logikkurin” kann í roynd og veru brúkast ímóti einum og hvørjum politiskum sjónar-miði, tí hann byggir á tann misvísandi “logikkin”, ……osv

Hvat er hetta annað enn ein desperat roynd fyri at grugga verðunleikan, og stuðla umrødda broytingaruppskoti? Eitt eklatant dømi um politiska manipulatión við hugtøkum og orðum.

Religión er nú einaferð tað, sum vit sjálvi gera hana til – um so er at vit IKKI trúgva uppá tann einasta og sanna gudin sum er – Gud skapara himins og jarða.