Tað er onkur íð heldur, at tey íð hava langan veg til arbeiðis koma at gjalda órímuliga nógvan vegskatt, um vegskatturin verður lagdur á brennievni.
Tó verður ikki nevnt, at tey íð hava langan veg til arbeiðis kunnu trekkja ávísar útreiðslur, tí viðvíkjandi, frá í skatti, so tann undanførslan kann ikki brúkast til nakað.
Tingmenn íð hava langan veg til arbeiðis fáa ávísar upphæddir fyri at flyta seg ímillum arbeiðspláss og bústað, so ikki er óhugsandi at onkur av teimum, av egnum áhuga, er ímóti at vegskatturin verður lagdur á brennievni. Tað er ikki sama upphædd tingmaður far, í mun til hvat tann vanligi borgarin kann trekkja frá í skatti fyri koyring ímillum arbeiðspláss og bústað.
Heldur ikki verður nevnt, at um vegskatturin verður lagdur á brennievni, so koma útlendsk akfør íð koma til landi eisini at gjalda vegskatt.
Við loysnini at vegskattur verður goldin saman við brennievninum, verður atlit eisini tikið til umhvørvi, samstundis sum vegskatturin er goldin innan vegirnir verða nýttir.
At tað ikki lættir um umsiting, er ikki heilt rætt, tí tað lættir rættuliga nógv um hjá hvørjum einstøkum eigara av akførum, at sleppa frá at rokning kemur sendandi á dyrnar, sum í mongum førum endar við eykagjaldið, og í summum førum, at nummarspjøldrini rúka, sum eisini førir eykagjald við sær um pláturnar skulu á aftur akfari.
At tað ikki skal lætta um í aðrari umsiting er óhugsandi, tá ingkrevjingin av vegskatti sum ikki er goldin (nummarplátutøku o.a.) fer ígjøgnum fleiri hendur(ígjøgnum fleir stovnar og fleiri avdeilingar á stovnunum og eisini ígjøgnum fleiri arbeiðsumráðir á avdeilingunum).Um tað verður roknað út í arbeiðstímum við teimum tímalønum íð eru galdandi har, verður tann útreiðslan so mikið stór, at mangur øtast.
Væntaði vinningurin av hækkingini av vegskattinum, í til líki sum væntandi er, verður uppetin av umsiting og óhepnum fylgjum.
Eftir øllum sólarmerkjum hevði loysnin við at lagt vegskattin á brennievni givið størri inntøku til landi, tikið atlit til umhvørvi og hevði rakt hvønn einstakan nógv rættvísari, enn væntaða hækkingin av vegskattinum.
JFJ




