Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meiri eystanvindur

Hanus Kjølbro, Sjónám

Eysturætt er í morgun. Vindferðin liggur um 8 til 12 m/s. Fyri tað mesta er skýggjað, men onkunstaðni er eitt sindur av regni; aðrasteðs eru sólglottar. Hetta veðrið fer at halda fram í dag.

Eysturætt er í morgun. Vindferðin liggur um 8 til 12 m/s. Fyri tað mesta er skýggjað, men onkunstaðni er eitt sindur av regni; aðrasteðs eru sólglottar. Hetta veðrið fer at halda fram í dag.

Lágtrýstið í miðjum Norðuratlantshavi, einar 600 fjóðringar í útsynning úr Suðuroynni, liggur har enn – júst sum áður skrivað. Tað hevur verið nokkso lágt – heilt niðri undir 960 – men nú gongur spakuliga hinvegin. Trýstið í miðjuni veksur spakuliga, er nú komið upp í 968 hPa, og megin minkar so við og við, samstundis sum tað fer at nærkast okkara leiðum seinni í vikuni. Brúgvaløgini, ið hoyra til hetta lágtrýst eru fleiri, og tey eru ikki væntandi yvir okkum í dag, men í morgin við ælaveðri.

Í dag verður eysturættin liggjandi – vindferðin verður eitt stívt andøvsgul 8 til 12 m/s veksandi út á dagin upp í ein strúk í vindi 10 til 14 m/s. Fyri tað mesta turt og skýggjað; í støðum sólglottar ella ælaveður.

Teir næstu dagarnar kunnu vit vænta okkum enn meiri vind úr eystri og regn. Men meiri um tað í Norðlýsinum í morgin.