Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meirilutin av dønum eru ímóti endurprenting av Muhammed-tekningum

John William Joensen

Prentingin á frysta sinni var í lagi, men ikki einaferð afturat, heldur meiriluti av dønum, sambært meiningarkanning

Tekningin hjá Kurt Westergaard av Muhammed við bumbu í turbanini átti ikki at verðið endurprentað í donskum bløðum í samband við umrøðuni av drápsætlan ímóti honum. Tað heldur ein meriluti av 58,5 prosentum av spurdum í eini meingarkanning, sum Rammbøll Management hevur gjørt fyri Jyllands-Posten.

Ábyrgdarblaðstjóri á Jyllands-Postinum, Carsten Juste, er bilsin av hugsanini um endurprentingina.

“Tað er altíð torført at tulka, hví fólk meina, sum tey gera, men eg má viðganga, at hetta ger meg sera bilsnan”, sigur hann við Jyllands Posten og leggur afturat:

“Orsøkin til, at vit og allir aðrir fjølmiðlar valdu at seta tekningarnar í aftur í februar, vóru sum fjølmiðlaprógv, sum bert er vanlig siðvenja. Hetta var framt, tí teknarin hjá blaðnum, ikki bert var hóttur við lívinum, men at drápsætlanir vóru ímóti honum”.

Troytt av Muhammed-málinum
Samstundis vísir kanningin, at tvey av trimum halda, at tað var í lagi, at Jyllands-Posturin rendi tær 12 Muhammed-tekningarnar í á frysta sinni í 2005. Hetta verður tulkað av fjølmiðlastjóranum Tøger Seidenfaden soleiðis, at danir nú er troyttir av øllum hesum hurðli og gangi, sum Muhammed tekningarnar hava elvt til.

“Fyrstu ferð kann gevast umbering. Aðru ferð kennist hetta sum bert verður túra fram og sum provokatión ella eggjan, og borgarin hevur helst ikki somu hugsan um málið og talu- og skrivifrælsið. Sjálvur haldi eg, at bæði í danska fólkinum og okkara millum, sum hava luttikið í orðaskiftinum, er ávíst argilsi og ein møði av Muhammed-málinum”, sigur Tøger Seidenfaden við Jyllands-Posten.

nj
Kelda: 180grader

Harleyfacadeacryl