Hóast tørvurin á røktarheimsplássum í øllum Føroyum er næststørstur í Norðoyggjum, so vildi meirilutin í Klaksvíkar Býráð ikki søkja landið um stuðul til røktarheimsbygging í januar mánaða í ár.
Grundgevingin var, at íløgutørvurin á øðrum økjum var so stórur og at kommunan fór at raðfesta eldraøki frá 2008 og at samgongan raðfesti millum annað barnagarðin og skúlarnar longur frammi beint nú. Hetta var ein politisk raðfesting ið tú kundi verða samdur ella ósamdur við, tað var ein politiskur spurningur fyri nýggju samgonguna.
Vistarheimið.
Síðan hetta er ein umsókn komin frá Vistarheiminum um stuðul á 2,5 mió frá býráðnum so tey kunnu útbyggja, køkin og starvsfólkarúm og nøkur kømør so at 4-6 nýggj pláss vera útvega. Tá málið var viðgjørt í sosialu nevnd gekk eg útfrá, at meirilutin hevði somu støðu sum í januar, hetta var í apríl, tí tá søgdu tey, at teirra eldrapolitikkur fór at vera settur í verk frá 2008. Nei, so var ikki, sjálvt um umsóknin als ikki lýsti málið nóg væl, so var gaman í, sjálvandi skuldi Vistarheimið fáa stuðul. Her skal eg nevna, at Gunnvá við Keldu, sum tann einasta ið meirilutanum, helt fast við teirra politikk um ikki at játta pening fyrr enn 2008, at hon heldur fast við ein framlagdan politik havi eg stóra virðing fyri. Eg havi als onki ímóti Vistarheiminum, men tað er ikki, og verður ongantíð eitt røktarheim. Hetta eru eini gomul hús, ið ikki eru bygd til endamálið, og tey eru ikki hóskandi til røktarkrevjandi íbúgvar. Eg havi altíð meint at vit sum býráðslimir hava skyldu at tryggja okkum at tann peningur ið vit brúka fæst sum mest burturúr í mun til tann tørv ið borgarin hevur og eftir míni bestu sannføring var hetta ikki so í hesum málinum.
Støðan á eldraøkinum í Klaksvík.
Vit í minnilutanum førdu fram, at um meirilutin nú knappliga hevði 2,5 mió til yvir so var alneyðugt at bøta um støðuna har ið vit sjálvi varða av innan eldraøki. Vistarheimið er ein sjálvsognarstovnur ið vit ikki beinleiðis varða av.
Í fyrsta lagi kundi ein nýtt pening til at funnið eina betur loysn fyri Sambýli í Bøgøtu, hetta var ein panikkloysn fyri 8-9 árum síðani og hevur ongantíð verið nøktandi fyri brúkaran. Í øðrum lagi kundi ein hugt at dupultkømørunum í Røktarheiminum. Ivist í um nakar býráðslimur hevði vilja búð á dupultkamari á ellisárum. Ì triðja lagi kundi ein bøtt um ótolandi hølisstøðuna hjá Dagtilhaldinum, ið er ein av fáu sólskinssøgunum vit hava at vísa á. Í fjóðra lagi kundi ein gjørt eitt Dagtilhald til dement í kjallaranum í sambýlinum undir Heygnum, hesum stendir óinnrættaður vegna væntandi játtan. Samanumtikið er nógv at gera á eldraøkinum um peningur nú knappliga kann útvegast.
Samstarv millum kommunur.
Hinar kommunnunnar í Norðoyggjum spenna seg út við at søkja um stuðul til eitt røktarheim við 22 plássum, samlaði tørvurin í Norðoyggjum er mettur til 36 pláss. Eg nevndi á býráðsfundinum, at var nakar vilji at nøkta tørvin so kundu vit í Klaksvík sligi okkum saman við hinum kommununum og søkt um 36 pláss. Fyri Klaksvíkina hevði hetta kanska kosta 8-10 milliónir og so var tørvurin í Norðoyggjum nøktaður. Heldur ikki hesin tanki hevði áhuga…
Samanumtikið sær tað út sum meirilutin arbeiðir sum vindurin blæsir, vil ikki seta pening av í januar tríggjar mánaðir seinni vil hann alíkavæl seta pening av skil tað hvør ið kann. Vónandi er politikkurin hjá meirilutanum ikki líka tilvildarligur á øðrum økjum.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur.




