Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meirnýtslan hjá skiftandi landsstýrum á “Stein Bagger” støði

John William Joensen

Tøl frá fíggjarmálaráðnum vísa at síðan 1997 hava skiftandi landsstýri í heimildarloysi brúkt 1,4 milliard meira enn løgtingið hevur játtað

Fyrsta árið sum vit hava fingið upplýst er 1997 og her er Edmund Joensen løgmaður. Tá er meirnýtslan 64 mill. kr.

Meðan Anfinn Kallsberg sat sum løgmaður frá 1998 til 2003 er meirnýtslan hjá landsstýrinum 343 mill. krónur, sum er góðar 57 mill.kr. árliga.

Í tíðarskeiðinum frá 2004 til 2008 meðan Jóannes Eidesgaard sæt sum løgmaður er meirnýtslan hjá landsstýrisfólkunum 954 mill. kr. sum svarar til 191 mill. kr. út um játtan árliga.

Tølini er ógvuslig og tað sæst tíðiliga at ovurnýtslan tekur rættuliga ferð á seg undan løgtingsvalum.

Samlaða meirnýtslan hjá skiftandi landsstýrisfólkum síðan 1997 er til samans næstan hálva aðru milliard krónur.

Út frá hesum kann mann so eisini staðfesta at játtanirnar hjá løgtingum ikki vísa seg at verða nøktandi, tí á hvørjum árið brúka øll landsstýrir meira enn játta er.

Spurningurin er eisini um løgtingið í veruleikanum játtar minni enn lógarbundnu útreiðslurnar hjá landsstýrisfólkunum eru.

Tað er kanska lættast fyri øll at finna ein syndabukk og so steina hann, men spurningurin er um ikki skipanin er um at fara av sporinum.

Harleyfacadeacryl