Sera viðkomandi fyrilestur, um hvussu meirvirði kann fáast við at víðarivirka avskurð av fiski, verður í Løkshøll 26. oktober kl.13
Ragnar Ludvig Olsen, professari á universitetinum í Tromsø, heldur fyrilestur um hvussu lønandi nýtsla kann fáast burturúr tí partinum av fiski, sum vanliga verður skorin burtur og ofta endar við at verða burturbeint.
Ragnar hevur í meiri enn 30 ár arbeitt við hvussu til ber at gagnnýta sjótilfeingið, og verður hansara fyrilestur grundaður á hesar royndir – hvussu avskurður av fiski kann gagnnýtast betur og harvið víðarivirkast. Hansara fokus verður m.a. á tær vørur, ið tað er stórur eftirspurningur eftir, og sum tað tí loysur seg at framleiða.
Les meir um ráðstevnuna Vinna & Vælferð og melda til her: https://faroexpo.fo/radhstevna



