Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meistarligi sjónleikarin Finn Johannesen

Oliver Joensen

 Í samband við setanina av Kalsoyardegnum, hevði Finn Johannesen eina framførðslu, har hann meistarliga greiddi frá søguni um Kópakonuna.

Fleiri mundu vænta at hetta fór at vera ein keðiligur upplestur av uppskriftini úr gomlu søgnini, men hann, ið helt tað fór rættuliga skeivur.

Finn hevði eina framførðslu einum framúr sjónleikara líkt. Hann megnaði at bergtaka okkum øll og dugdi at livandigerða søgnina meistarliga.