Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Menn læta væl at haru í ár

Oliver Joensen

Fleiri hava latið frætta frá sær síðani hendan greinin stóð her á heimasíðuni, vit taka hana fram aftur, soleiðis at lættari er at síggja kjakið.

Tað er altíð misjavnt hvussu menn eru mannaðir og hvar teir ganga í haganum fyrsta dagin og hóast samanlagda úrslitið leygardagin helst onkuntíð hevur verið hægri, so halda menn at nógv er til av haru í ár.
Eftir tølum sum Norðlýsið hevur fingið hendur á, so var úrslitið í niðanfyrinevndu hagum hetta:

Skálatoftir, 4 menn 20 harur
Strond, 10 menn, 36 harur
Uppsalir, 7 menn, 34 harur
Heiman í Gerðum, 4 menn 32 harur
Kunoy, fyri Norðan, 4 menn 16 harur
Múla Hagi, 4 menn 17 harur.

Fleiri aðrir góðir hagar eru í Norðoyggjum, men hetta eru teir vit higartil hava frætt frá.