Millum annað tað, var ein orsøk til at menn í Sundalagnum tóku seg saman at stovna Batafisk á Eiði fyri 10 árum síðani. Eftir innbjóðing frá Bátafisk, var Norðlýsið á Eiði týsdagin í sambandi við, at Bátafisk kundi halda sín 10 ára stovningardag.
Millum annað tað, var ein orsøk til at menn í Sundalagnum tóku seg saman at stovna Batafisk á Eiði fyri 10 árum síðani. Eftir innbjóðing frá Bátafisk, var Norðlýsið á Eiði týsdagin í sambandi við, at Bátafisk kundi halda sín 10 ára stovningardag.
Stákað var upp í hølunum hjá landingarmiðstøðini á Eiði. Knút Olsen undirhelt við harmonikuspæli og borðreitt var við góðum føroyskum viðskera og køkum. Ásbjørn Djurhuus, ið er formaður í felagnum fyri Bátafisk helt, at borðið her norðuri skuldi ikki vera tað sama, sum pinnamaturin suðuri í Havn, her bleiv bert tað føroyska sett í hásæti, skerpikjøt úr bestu hagum, ræst kjøt og fekst, alt úr lokaløkinum.
Í stuttari røðu greiddi Ásbjørn millum annað frá, at fyri 10 árum síðani, tá menn byrjaðu at tosa um at gera nakað fyri at kvinka avreiðingarprísin uppeftir, var prísurin á hýsu so lagur, at tað fingust bert einar tríggjar fýra krónur fyri kilo. Menn tímdu snøgt sagt ikki norðurum at kryvja hýsu fyri nærum onga úrtøku, hóast sera nógv var at fáa her norður úr Barinum og vesturi í Havi, sum vit kalla tað her.
Tá vóru tað fleiri sum fingust við at keypa og selja til útlandið. Summir búleikaðust í kontainarum har teir ísaðu og pakkaðu, men tað var vist ikki sambært reglugerðini, so vit, sum áttu bátar her á staðnum, vóru farnir at tosa um at seta á stovn eina landingarmiðstøð.
Upprunaliga var ætlanin at gera eitthvørt á Strondum ísamstarvi við teir á Toftum, men so komu vit eftir, at her stóð ein hálvliðugur byggningur, sum kommunan átti, sum vistnok var settur ígongd upp undir eitt val, men sum ikki kundi fullførast, orsøkin var broytt kommunulóggáva.
Tosað var aftur og fram við kommununa, eg haldi at byrjað var við einum kostnaði uppá 1,6 millión, men tað endaði við at vit tóku okkum saman og keypti ognina her frá kommununi fyri 900.000. Tað vóru menninir aftanfyri skipini Luttur, Ægir, Høghamar, Odny og Barmur og so størri skipini Norðsøki og Hvíthamar. Sjey bátar saman royndu síðani at fáa fígging til hetta húsið.
Bankarnir vóru ikki serliga vágafúsir, í byrjanini varð tosað um at vit skuldu útvega 15%, men tá avtornaði kravdu bankarnir 25% í eginpeningi.
Vit fóru so ígongd, prísurin á húsinum við øllum, tá tað stóð liðugt,kom upp á 4,6 milliónir krónur. 16. mars í 2004 kom fyrsti fiskurin inn á gólviðher.
Ein trupulleiki við fiskinum tá, var at útróðrarfiskurin hevði so ringt orð á sær. Tað var sera ringt at fáa smábátarnar at taka ís og at vaska nóg væl, so tað vóru fyrstu krøvini frá okkum, at vit kravdu vaskimaskinu umborð og at fiskurin var hildin í ísvatni. Eitt nú bleiv kravt, at um smábátar fóru við línu, so skuldu tveir mans vera við og fiskurin skuldi bløðgast og hagreiðast væl. Aðrenn hesa tíðina, var ikki óvanligt at menn lógu við kajina her og kruvdu, tað kemur ikki fyri longur. Eg haldi, segði Ásbjørn Djurhuus, nevndarformaður og bókhaldari á Bátafisk, at vit vóru teir fyrstu, sum høvdu slík krøv, men at menn í eitt nú Klaksvík og aðrastaðni eru komnir til tað sama skjótt aftaná.
Hvussu er og ikki, so kunnu vit ikki lata illa at rakstrinum hjá Bátafisk. Øll árini uttan í 2012 hevur virkið havt eitt yvirskot, ella sum Ásbjørn málbar seg, so hevur tað øll árini uttan í 2012 verið inn um diskin hjá felagnum og ídag eiga vit húsið.
Men, segði Ásbjørn djurhuus víðari, tað sær út til at útróðurin er komin á deyðastrá. Her kemur ikki meira enn triðingurin av bátunum, sum plagdu at koma til Eiðis í vártíðini, og teir sum koma, hava í minasta lagi eitt hoyrapparat, summir tvey, so tú mást rópa hart niður til terrra tá teir liggja við brúnna, um tú skalt fáa orð á teir.
Fiskiskapurin er tó nógv frægari nú enn hann hevur verið í longri tí, haldi at fiskifrøðingarnir helst ikki allir hava siti við Gamaliels føtur, tí samstundis sum bátarnir fáa bæði meira pr. Dag og meira á hvønn stampin, so fáa vit framvegis at vita at toskur og hýsa eru sera illa fyri, og tað samsvarar illa vit tað vit her síggja. Sum gongdin hevur verið hetta sum farið er av árinum, og fyri árið í fjør, so ivist eg onga løtu í, at tað verður okkurt at gera hjá hugaðum monnum framyvir.
Um 10 ára hátíðarhaldið týsdagin, segði Ásbjørn Djurhuus skemtandi, at leiðslan á Bátafisk helt tað vera best at halda ein dag ímeðan man kann, tí uppboðssølurnar eru farnar á heysin, ein fyri og onnur eftir.
Til seinast takkaði Ásbjørn Djurhuus fyri alla vælvild, ið felagið hevði fingið ígjøgnum árini, bæði frá bátum, ið virkið hevur arbeitt fyri og keyparum, sum hava samstarvað við virkið.
Til seinst takkaði hann starvsfólkunum og segði, at tað er ein arbeiðismaður, ið hevur arbeitt á virkinum øll árini, og tað er Tóri Kalsoy. Tóri bleiv róptur framm, hann fekk eina heiðursgávu frá Bátafisk, tað var sjálvandi ein fiskur, men ikki ein, sum Tóri vanliga arbeiddi við. Hesin var ein sera vakur Michaelinu fiskur úr glasi.
Jógvan í Skorðini, borgarstjóri segði eisini nøkur fá orð og ynskti Bátafisk tillukku og undirstrikaði týdningin av felagnum fyri lokalumhvørvið á Eiði.
Per Mikkelsen er stjóri á Bátafisk, hann segði okkum, at vanliga hoyra 6 fólk til virkið og at virkið er sera væl útgjørt at skilja og pakka fisk. Høllin er 800 fermetrar til støddar og eg deild í eitt arbeiðisrúm og eitt kølirúm, har fiskur verður goymdur. Ein partur av húsinum verður eisini brúktur til skrivstovu kantinu og annað. Per Mikkelsen sigur annars, at so gott sum øll hýsan, sum teir pakka fer til onglands, imeðan toskurin fer til saltingar. Hýsan og smái toskurin verða pakka í 40 kg eskjur nakað av smáa fiskinum, fimmarunum, tað, sum føroyingar ikki greiða, fer nógv av til Írlands. Annars fær virkið eisini kalva og annan fisk sum verður sent til Svøríkis, Hollands, Fraklands og aðrastaðni.
Oliver




