Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Menna fremstu ítróttarfólkini í Klaksvík

John William Joensen

Fremstu ítróttarfólkini í Klaksvíkar Ítróttarfelag skullu gerast enn sterkari og í vikuni byrjaðu fyrstu liðini at venja

Formuladeildin hjá monnum var til fyrstu venjingina í KÍ-høllini, hjá Yndi/Fitness, týskvøldið og gjárakvøldið var mest vinnandi liðið í føroyskari ítróttarsøgu – KÍ-kvinnurnar, sum fingu upplæring at nýta útgerð hjá Yndi/fitness.

Eisini gullkvinnurnar hjá Stjørnuni fara at fáa venjing frá Yndi/Fitness og verður samstarvið  millum Klaksvíkar Ítróttarfelag og Yndi/Fitness ein samanhangandi partur í framtíðini har fremstu ítróttarfólkini hjá Klaksvíkar ítróttarfelag fáa venjing og undirvísing har endamálið er at fyribyrja skaðar og menna kroppin til ítróttarligu avbjóðingarnar.