EM-undankapping fyri smátjóðir: A-landsliðið hjá monnum hava eisini megnað at spælt seg víðari úr bólkaspælinum. Teir eru staddir á Kýpros og hóast tað ikki var líka sannførandi, sum kvinnurnar, so eydnaðist at spæla seg víðari.

Vit læna tað, sum Kringvarpið hevur skrivað um menninar. Kringvarpið er eisini vælkomið at læna frá Norðlýsinum. Á kvf.fo stendur skrivað soleiðis:
Flogbóltslandsliðini hjá monnnum og kvinnum hava spælt seg víðari til endaumfarið í EM-kapping fyri smátjóðir.
Menninir vunnu í gjár 3-0 á Norðurírlandi í EM-undankappingardysti í Kýpros.
Tó var neyðugt við hjálp frá Kýpros í dag, sum skuldi vinna 3-0 ella 3-1 á Andorra.
Føroyar fingu hjálp frá Kýpros, sum vann dystin 3-0.
Úrslitið hevur við sær, at Føroyar hava spælt seg í EM-endaspælið fyri smátjóðir, sum verður í Luksemburg í næsta ár.