Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Menniskja offur

John William Joensen

– Indisk mamma ofrar son hjá granna

Í einum fjarskotnum horni í India, umleið átta tímar í bili norðanfyri Delhi, í Hhurja landspartinum, liggur bygdin Barha har pátrúgv og lógloysi vísir seg at blóma. The Observer veit um eina mamma við tveimum synum, ið fyri stuttum, var partur av ómetaligum sorgarleiki.
Mamman helt seg vera bannaða. Hetta vísti seg við, at hon hevði óhugnaligar dreymar. Hon hevði fingið ráð frá einum ferðandi ‘heiløgum manni’, at hon skuldi ofra ein høsnarunga í durinum hjá sær, og geva restirnar av høsnarunganum til gudinnuna.
Hon fylgdi ráðnum hjá ‘heilaga manninum’ men einki hjálpti. Hon var framvegis plága av dreymunum og vendi hon sær tí aftur til ‘heilaga mannin’, ið hesaferð gav henni tað ráð, at hon "fyri at hjálpa sær sjálvari, mátti ofra ein drong frá bygdini."
The Observer skrivar, at kvinnan og hennara tveir synir, sníktu seg inn til grannan og tóku teirra trý ára gamla son og ofraðu hann til gudinnuna. Dagin eftir, játtaðu synir hennara, at teir høvdu dripið trý ára gamla dreingin, fyri at mamma teirra kundi fáa tað betri. Øll trý eru nú í varðhaldi hjá mynduleikunum.
Sambært lokalu myndugleikunum, eru sorgarleikir sum hesin ikki ókendir har á leiðini. "Av berari pátrúgv og vaksandi analfabetismu, ofraði kvinnan hendan drongin, sigur AK Singh, ið er politistur har á leiðini. "Tað er hent fyrr, og tað fer óivað at henda aftur. Vit kunnu ikki gera nógv fyri at steðga hesum. Sum oftast er tað ikki torført at finna útav hvørji gerningsfólkini eru, av tí at familja ella onnur í bygdini fortelja fyri okkum, hvørji tey eru. Soleiðis hevur verið her í fleiri hundrað ár – hesi menniskjuni liva í myrkri", sigur Singh. Umleið 28 persónar eru ofraðir teir seinastu fýra mánaðirnir, sambært teimum lokalu bløðunum.
Sanal Edamaruku, presidentur hjá indiska rationalistiska felagsskapinum, sigur at trupulleikar við menniskja ofran ávirkar nærum alt norður India. "Nýmótans India er heimstaður fyri 100 milliónum av menniskjum, sum ikki duga at lesa og skriva. Tey søkja sær ofta lívd frá lívsins trupulleikum ígjøgnum astrologi og shamanistiskan gand."