Í Føroyum hava vit tvey sløg av tíðindum. Fyri tað mesta hoyra vit tað fyrra slagið. Hesi tíðindi snúgva seg millum annað um politikk, fiskiloyvi, makrelsamráðingar, alment innlit og gongdina í búskapinum.
Í Føroyum hava vit tvey sløg av tíðindum. Fyri tað mesta hoyra vit tað fyrra slagið. Hesi tíðindi snúgva seg millum annað um politikk, fiskiloyvi, makrelsamráðingar, alment innlit og gongdina í búskapinum. Felagsnevnarin er, at hetta er ópersónligt og fer inn gjøgnum annað oyrað og út aftur gjøgnum hitt. Uttan so, at tú sjálvur skuldi verið raktur av onkrum slíkum máli. Snýr tað seg t.d. um TÍN politikara, ella fiskiloyvi hjá einum, ið tú kennir, ja so lurtar tú sjálvsagt væl eftir. Men sum heild er hetta slagið av tíðindum ikki tað, sum fær teg upp at flákra.
Hitt slagið hevur nakað meira persónligt yvir sær. Tað kunnu vera negativ tíðindi um ein persón, ið er komin út fyri onkrum óhepnum, ella positiv tíðindi um ein, ið hevur framt okkurt bragd. Góð positiv dømi eru Livar Nysted, ið setti heimsmet við havrógving síni, og Arne Vatnhamar, sum gjørdist fyrsti føroyingur á Mount Everest, heimsins hægsta tindi. Ómetaliga stór brøgd. Og tá vit hoyra hesi positivu tíðindi í útvarpinum, tá fær tað okkum ofta at føla nakað meira. Vit gerast inspirerað, stolt, bergtikin. Er talan hinvegin um negativ persónlig tíðindi, gerast vit hørm og fáa samkenslu við viðkomandi, og ímynda okkum, hvussu tað hevði verið, um vit sjálv ella okkara nærmastu vóru út fyri slíkum.
Í vikuni hava vit havt eitt serstakt dømi um hesi negativu tíðindi. Ein ung kvinna við sálarsjúku fortelur um eitt lyfti, hon hevði fingið frá tí almenna um ein bústað. Síðani verður sagt, at lyftið varð tikið aftur, av tí at grannalagið ikki skoytti um sálarsjúk, og hevði við undirskriftsinnsavning steðgað ætlanini.
Hvør hevur skuldina, og hvør hevur misskilt okkurt, skal eg ikki viðgera her. Men her er talan um eina persónliga søgu, ið hevur við menniskju at gera. Fyrst og fremst eina kvinnu við nøkrum avbjóðingum, sum er komin í klemmu í systeminum, sum annars eigur at hjálpa henni. Og síðani um fólk í einum grannalagi her í Føroya høvuðsstaði, sum skulu vera farin so vítt sum at savna undirskriftir ímóti at hesi fólk fáa hjálp í teirra grannalagi. Møguliga er tað ein misskiljing, og møguliga hevur ongin skrivað undir nakað slíkt mótmæli. Men av tí, at øll hildu grannalagið hava gjørt hetta, so fekk hetta okkum somuleiðis at føla nakað.
Eru fólk í Føroyum veruliga so óblíð? Halda fólk í Føroyum seg veruliga hava rætt til at nokta onkrum at búgva í sínum grannalagi? Og um so er, akta myndugleikarnir so hesi óblíðu fólk, og forða fyri, at hesi óynsktu sleppa at búgva har? Spurningarnir vóru nógvir, og tónalagið var hart, serliga á sosialu miðlunum. Nærum øll tóktust vera samd um, at soleiðis gera vit ikki í Føroyum, og at hetta líktist ongum.
Ein heilt onnur søga hevur eisini tikið seg upp seinastu tíðina. Henda snýr seg um flóttafólk úr Miðeystri, sum flýggja undan barbariska felagsskapinum IS, ið drepur frá hond. Hesi flóttafólk eru so mong í tali, at fleiri lond í Europa síggja seg ikki før fyri at taka ímóti teimum. Onkrar danskar kommunur eru millum annað komnar í rasshaft av hesum fólkum, ið tær siga seg ikki megna at hýsa. Danska stjórniner farin at tosa um at herða reglurnar, til tess at sum mest av flóttafólki skal fara til onnur lond heldur enn til Danmarkar.
Um vit skulu flokka hesi tíðindini um flóttafólkini, so fer tað í fyrst nevnda bólk: Ópersónlig og uttan áhuga fyri flestu føroyingar. Hetta hevur ikki verið at hoyrt í nøkrum yvirskriftum í útvarpinum. Talan er jú ikki um føroyingar. Men nú hevur onkur dittað sær at skotið upp, at føroyingar bjóða seg fram at taka ímóti nøkrum av hesum flóttafólkunum. Og tá gerst tað brádliga persónlig tíðindi, sum tendra kenslurnar á fólki.
Hesi uppskot hava serliga verið at sæð á sosialu miðlunum, og har hava viðmerkingar verið at sæð sum ikki altíð eru so blíðar.
“Kommunurnar í Danmark hava trupulleikar av hesum fólkunum. Skulu vit flyta tann trupulleikan til okkara?”
“Vit hava nokk av trupulleikum sjálv, vit kunnu ikki taka ímóti slíkum menniskjum. Tað eru vit ikki klár til”
“Her upp skulu tey so ikki. At danir eru so býttir, kunnu vit ikki gera við. Og tey í Sverigestan”
Tá fólk brádliga skulu ímynda sær hesi flóttafólkini – við øðrum húðarliti og aðrari mentan í skjáttuni – í havnargøtum ella aðrastaðni í Føroyum…. tá gerast hesi tíðindi til persónlig tíðindi, ið ávirka okkara persónliga kenslulív.
Jú, tað er synd, at fólk verða dripin, hálshøgd, rikin burtur frá húsi og heimi, og so framvegis. Men hesi menniskjuni, sum hava mist síni nærmastu og alt, tey eiga, skulu ikki koma til FØROYA fyri tað. Vit ynskja teimum alt gott, og kunnu møguliga lata nøkur oyru í olmussu til teirra, so leingi tey bara halda seg burtur frá Føroya landi. Tey eru jú muslimar, og muslimar eru ikki vælkomnir í Føroyum!
Eg kundi nú spurt aftur: Eru fólk í Føroyum veruliga so óblíð? Halda fólk í Føroyum seg veruliga hava rætt til at nokta onkrum at búgva í sínum grannalagi? Og um so er, akta myndugleikarnir so hesi óblíðu fólk, og forða fyri, at hesi óynsktu sleppa at búgva har?
Í hesum málinum eru fólk tó ikki líka samd, sum í hinum fyrra. Fólk eru býtt sundur í tveir partar, og eg vildi skotið, at tann óblíði parturin hevur munin. Men hvat er tað, sum gevur okkum rætt at vera óblíð móti menniskjum, sum eru so harðliga atsøkt í Sýria, Kurdistan og Irak? Er tað nakað vert at vera blíður ímóti sálarsjúkum føroyingum, um vit samstundis eru so óhjálpsom móti muslimum, ið eru so mikið neyðstaddir, at teir mugu flýggja frá øllum, teir eiga, undan barbariskum fundamentalistum?
Í Bíbliuni lesa vit um ein miskunnsaman samáriubúgva. Tann neyðstaddi fekk onga hjálp frá teimum, ið komu framvið, hóast hesir vóru hansara landsmenn og framstandandi innan hansara egnu religión, jødadómin. Men samáriubúgvin, sum var útlendingur og hevði annan átrúna, hesin hjálpti tí neyðstadda, og royndist honum ein “næsti”, sambært Jesusi.
Gaman í, vit vita, at útlendingamál eru ikki føroyskt málsøki. Danmark hevur politisku ábyrgdina, og ongin lóg tvingar okkum at taka ímóti nøkrum flóttafólki. Men lógir eru úrslit av fólkavilja, og fyrsta stigið má tí vera, at Føroya fólk tekur støðu. Harumframt forðar lógin neyvan heldur, at partur av teimum flóttafólkum, sum koma til Danmarkar, sleppa til Føroya, um vit bjóða teimum.
Vilja vit føroyingar vera neyðstaddum ein næsti ella ein kensluleysur fariseari?
Jógvan H.




