Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentan – ein góð søluvøra

John William Joensen

Hvat er tað sum ger, at eitt land verður kent? Er tað ikki næstan altíð okkurt, sum hevur við tess mentan at gera?

Hugsa um Írland og U2 ella onkran av teirra mongu kendu rithøvundum. Hugsa um Danmark og H.C. Andersen ella Søren Kierkegaard. Hugsa um Pólland og filmsskpararnar Kieslowski og Wajda og dømini eru óendaliga mong.

Tá tað kemur til Føroya, so er tað húgvan hjá Jens Martin Knudsen, Barbara eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, Lena,Teitur og Eivør, S. J. Mikines og Ingálvur av Reyni, Guðrun og Guðrun og mong onnur, sum gera okkara oyggjar kendar. Hesi eru øll umboð fyri føroyska mentan hvør á sínum øki. Og mentan er ein dýrt keypt vøra, sum gevur fleirfalt aftur tað, sum verður lagt í hana.

Mentan er ein góð søluvøra, sum vit gera rætt í at leggja okkum eftir at marknaðarføra nógv meiri. Tí at so marknaðarførir hon Føroyar

Hanna Jensen, valevni fyri Fólkaflokkin

Les meiri á:
http://homepage.mac.com/hannajensen

Harleywoodpaint