Sitandi samgonga valdi, á býráðsfundinum mikukvøldið, at geva fleiri trivnaðartilboðum í Klaksvík mønustingin.
Eri sera ivasom í um hetta verðuliga var ein spurningur um sparingar, sum meirilutin førdi fram. Eri bangin fyri, at tað heldur snýr seg um eina væntandi fatan av, hvønn týdning mentan og trivnaður hevur, fyri ein bý sum Klaksvík.
Í peningi snúi tað seg um: Tónlistaskúlin 100 t.kr, ið merkja eina skerjing á 200 t.kr tí skúlin fær somu upphædd í landsstuðli.
Fyri Sodnhúsi snúi tað seg um 150 tkr, ið vísa seg ikki at verða spard, tí at flytingin út í Húsið og tað at seta verðandi høli í upprunastand, koma at kosta eini 2-300 t. Krónur.
Fyri Atlantis var upphæddin 100 t.kr, sum merkir, at peningur bert er til at gjalda lán og onki til rakstur. Tilsamans snúi tað seg um 350 t.kr, ein upphædd ið minnilutin væl og virðiliga kundi vísa á bar til at útvega, um bert viljin var tilstaðar.
Føgur orð
Varaborgarstjórin sigur í bløðunum, at tað er umráðandi at mentanin blómar í Klaksvík. Hetta eru føgur orð, ið hann so dyggiliga longu hevur prógva, at hann als ikki meinar. Um hann meinar nakað við hesi orð, so mugu tey merkja, at Tónlistaskúlin og Atlantis, ikki eru tað slagi av mentan, ið hann ætlar at fjálga um.
Verðuleikin er tann, at varaborgarstjórin ætlar at privatisera Atlantis og tað átti hann opið at fortalt Klaksvíkingum.
Verðuleikin er eisini tann, at hann hevur umhugsa at stongja Tónlistaskúlan í 2 ár og síðan opna hann aftur.Við hesi samgonguni verður Klaksvíkin enn fátækari mentunnarliga, enn hon longu er.
Børn og ung
Innan Virkishúsið fyri ung og Atlantis kom at virka sum tað ger í dag høvdu vit stórar trupuleikar við ungdóminum í Klaksvík. Tey hildu til í skýlinum um kvøldarnar og ofta vóru rúsevnir uppií. Hesin trupuleiki er nógv minkaður, um ikki horvin síðani. Vóni ikki at vit fara at síggja hetta aftur, nú tey ungu ikki fara at hava hesi tilboð.
Virkishúsið er skræddaraseyma til ung, nú skulu tey aktiverast í eini tómari høll (Dávavirkinum) og er tað stórt spell. Eg var ein av teimum, ið var sera errin av at Klaksvíkin hevði eitt ungdómshús, har tey ungu lærdu at finna sítt pláss í einum fólkaræðisligum samfelag.
Vánalig stýring
Jógvan Skorðheim førðir eisini fram, at hetta er ein avleiðing av at man setir ov nógv tiltøk í verk í góðum tíðum, uttan at hugsa um hvussu tey skulu halda fram í vánaligum tíðum.
Øll hesi tiltøk: Sodnhúsið, Virkishúsið fyri ung og Atlantis vóru sett á stovn, meðan Javnaðarflokkurin var í samgongu í býráðnum frá 2000 – 2004. Hesi árini niðurguldu vit skuldina hjá Klaksvíkar kommunu, so hon fór frá umleið 140 mió niður á góðar 60 milliónir og tí høvdu vit ráð at seta hesi tiltøk í verk. Eftir hetta kom ein samgonga til, sum borgarstjórin, ið Jógvan Skorðheim nú hevur valt, var partur av. Henda samgonga setti alt ov nógv ting í verk, og hevur Jógvan Skorðheim óiva rætt í, at tey ikki hugsaðu yvirskipa fíggjarliga. Men tað er sami flokkur, sum Jógvan Skorðheim, hóast tilboð um aðra samgongu, valdi at seta sítt álit á.
Eyðgunn Samuelsen,
býráðslimur fyri Javnaðarflokkinum




