Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanardagar í Fuglafirði settir

Dávur Winher

Mánakvøldið vórðu Mentanardagarnir, sum eru 8. til 14. september í Fuglafirði, settir av Sonna á Horni, borgarstjóra. Hann eftirlýsi og kom við kom við hugleiðingum um hvat mentan er, og lat upp fyri eini rúgvusmiklari skrá, sum øll kundu njóta gott av, so ymisk, sum skráin var.

Mánakvøldið vórðu Mentanardagarnir, sum eru 8. til 14. september í Fuglafirði, settir av Sonna á Horni, borgarstjóra. Hann eftirlýsi og kom við kom við hugleiðingum um hvat mentan er, og lat upp fyri eini rúgvusmiklari skrá, sum øll kundu njóta gott av, so ymisk, sum skráin var.

Setanin var í hálvsetta Mentanarhúsinum, har eitt væl upplagt Fuglafjarðar Hornorkestur spældi, Fuglafjarðar Sangkór sang og Hergeir Eldevig, samskipari, greiddi frá skránni, sum strekkir seg frá gonguferðum, upplivingum í gamla og nýggja svimjihyli, kassabilakoyring, konsertum og framsýningum.

Hergeir Eldevig sigur, at fyrireikingarnar í ár hava gingið væl og at tað legst til á skránni. Serliga fram móti vikiskiftinum verður skrúvað meir á mentanarknøttarnar við ymiskum spennandi á skránni – Leygardagurin endar við eini ókeypis konsert við Gretu Svabo Bech, BYRTA og LittleFish.

Vit stukku inn á gólvið í Høvdahúsunum, sum hava ferðast víða. Frá Lamba vórðu tey sett uppaftur Uppi við Garð í Fuglafirði eina tíð, síðani norður á Høvda, tikin av grundini í heilum líki fyri nøkrum árum síðan, sett inn á gólvið í eini av hallunum á Kamsdali, har tey vórðu sett í stand og so fyri fáaum árum síðan sett aftur omanfyri Bókasavnið – ein deilig tekning, sum Jákup Olsen hevur teknað fyri nógvum árum síðan av Jacob, vanliga nevndur Skáli hekk í gongini. Ein vísur skilamaður, sum var ein bygdamynd.

Jú, her var hugnaligt at minna seg á gamlar dagar, tá ið man sum smádrongur onkuntíð var inni á gólvinum hjá honum.

Høvdahúsini eru bygd í 1804, og eru sostatt elstu hús í býnum. Fuglafjarðar Fornminnisfelag eigur tey, og virka tey sum fornminnasavn.

Ellisakfør í egnum hølum og so gomlu bátarnir undir Piddasa Handli – ajú, tað er ein heilur hópur at fara til – Kunning teg um mentanardagarnar á nýggju facebooksíðuni facebook.com/mentanardagar og umvegis mentanarsíðuna hjá Fuglafjarðar kommunu:http://www.fuglafjordur.fo/Index.asp?pID=AB99AA8C-231C-4319-B99D-BB9FF3578938&cID={5FAFE1F0-D9C1-4F92-B267-4A1B1DDA2033}&rID={9F9641B4-A3B4-43B9-84F4-F492267159C1}