Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanarhúsið ein neyðug íløga

John William Joensen


Fyri fyrstu ferð hevur verið skipað fyri Torradøgum í Klaksvík. Yvirskriftin til vikuna sum fór boðar frá at vit eru í einum fiskivinnuumhvørvi.

Og tað var ikki sørt, at dagarnir vóru merktir av fiskiveiðu á ymiskum mótum. Fyrilestrar vóru hildnir, mest um fisk og fiskatilfeingið, men eisini var skipað fyri mentanarligum tiltøkum, sum lítið annað høvdu við fisk at gera, enn at tey vóru fyriskipaði í størsta fiskivinnubýnum í landinum.

Ætlanin var, tá farið var undir fyriskipanina av hesi vikuni, at ein stórur dentur eisini skuldi leggjast á tað mentanarliga.

Hóast listaframsýning, matinè, sjónleik og tónleik, so komu fyrireikararnir skjótt til tað niðurstøðu, at tað er stórur tørvur á karmum um mentanarátøk um slík skulu fyriskipast í Klaksvík.

Til mentanarátøk hava vit ymisk hølir í býnum. Torradagarnir í ár brúktu millum annað Christianskirkjuna, Atlantis, Skálan, Ósáskúlan, Ungdómshúsið, Leikalund, hjá Jórun og onnur pláss í býnum. Hesi høli vóru øll vælegnaði, hvør til sítt brúk.
Men ásannast má, at skulu størri mentanarlig átøk fyriskipast, so er bert KÍ-høllin eftir sum kann brúkast til størri átøk, men fleiri royndir við at brúka eina so stóra ítróttarhøll vísa, at sera trupult er at fáa fólk at koma til tílíkt í høllini og kemst hetta helst av, at karmarnir eru ikki nóg hugnaligir.

Harafturat kemur, at tað kostar nógvan pening at seta upp alskyns ljós, ljóðútgerð og møguliga stólar og borð.

Tað er tí alneyðugt at vit fáa eitt mentanarhús í Klaksvík, ið kann nøkta tørvin á mentanarøkinum.
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi ein bólkur av fólki eitt sera gott arbeiði við einum uppskoti um eitt mentanarhús í miðbýnum í Klaksvík.

Hetta uppskotið fekk tað syrgiligu lagnu, at tað bara bleiv lagt til síðis, ikki tí at áhugi ikki var fyri tí, og heldur ikki tí, at hildið varð at ongin tørvur var á slíkari tænastu til borgararnar her í Klaksvík.
Ein hevði varhugan av, at orsøkin held var politisk, og tað má sigast vera stórt spell.

Ja, vit pástanda at orsøkin var politisk, og tað kemur av, at undanførðslur sum væntandi peningur og annarleiðis prioriteringar als ikki kann góðtakast.
Vit hava eitt nú havt ein virknan musikkskúla í Klaksvík, sum hevur klakt áhuga á tónlistarliga økinum, men vit mangla líkasum yvirbygningin, har ein av og á kann fara til nakað, sum er unikt á tónleikaøkinum og tað í einum slíkum umhvørvi, at tú veruliga kanst njóta listina.

Einasta hølið, sum ídag lýkur hesi krøv er Christianskirkjan, men hon hevur av góðum grundum sínar avmarkingar, sum hon skal hava.
Tað er tí tíð uppá, at vit koma víðari á mentanarliga økinum og fara í holtur við eitt mentanarhús, sum býur okkara kann vera stoltur av.