Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mentanarhúsið gongur sína góðu gongd

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Tað er Grunnurin, Mentanarhús í Klaksvík, sum er byggiharri. Grunnurin er skipaður við einum stýri og er verkætlanin at fremja byggingina síðani skipað sum partalag millum Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, ið hava projekteringsleiðsluna,  Spenn Sp/f – konstruktiónir, PB-Consult – HVS, LBF – EL, Steingrund Akustik Sp/f – Ljóðviðurskifti, Kanjon er Høvuðsarbeiðstakari, Victor á Lakjuni er HVS – arbeiðstakari og TTS er EL – arbeiðstakari.

Afturat hesum projekteringsbólki, ið hevur regluligar byggifundir, er ein stýrisbólkur og ein verkætlanarbólkur, sum eisini hittast eftir tørvi.

Eftir byggifundin í dag varð vitjað á byggiplássinum, har tað gongur væl, og er tað væl skipað annars. Fleiri av monnum, sum arbeiða her, koma frá frá Rumenia og eru ógvuliga dugnaligir og ágrýtnir.

Teirra “talsmaður” eitur Gabriel, sum eisini kann kallast teirra sjakfformaður, tó ar Jógvan Si er arbeiðsformaður á staðnum, meðan Eskild Norðbúð hevur byggileiðsluna fyri Kanjon.

Gabriel hevur gott tak á arbeiðinum, dugur væl at tosa enskt og lesa tekningar, eins og hann kemur við sera viðkomandi fyrispurningum og loysnum, tá ið tað er neyðugt.

Bert fýra menn eru á byggiplássinum nú, tí hinir eru farnir heim í jólafrí. Tó er Gabriel eftir við fýra monnum. Gabriel helt, at hann hevði ikki so nógv at fara heim til, so hann og hinir høvdu valt at verðið her um jólini. Tað hevði hann roynt eina ferð fyrr, so hann helt, at tað var ikki so galið at vera her.

Eg greiddi honum frá ymiskum at fara til um jólini, sum kanska kundi verðið ein møguleiki. Men teir duga væl at hugna sær, har teir búgva og koma ikki so nógv út í Klaksvík, legði hann afturat.

 

Siti-/orkesturgrøv

Stóra holið, sum sæst á onkrum av myndunum, er eitt holv í gólvið, har fýra tær fremstu stólarøðirnar standa, niðanfyri sjálvt gólvið í stóra salinum. Kann kanska onkuntíð vera orkesturgrøv.

Tá ið gólvið onkuntíð skal vera slætt í øllum salinum, sum eisini ber til, verður “lok” lagt á hetta holið og aftaru stólarekkjurnar drignar burtur.

Við sløttum gólvi og borðum at sita við, rúmar stóra høllin 350 fólk. Høllin er góðar 600 m2 og miðhæddin í Posthúsinum er eini 450 m2 til víddar. Við skrástólum og tá ið fólk sita á balkongini ella svalanum, rúmast eini 375 inni í stóra salinum til eina framførslu. Sjálvur pallurin er 110 m2.

Jú, sanniliga verður spennandi at fáa eitt slíkt hús til býin.