Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanarhúsið í Fuglafirði fingið skeinkiloyvi aftur.

Oliver Joensen

Nógv var talað ,tá ið mentanarhúsið í Fuglafirði missti skeinkiloyvi.

Hetta komst av tí, at endurnýggjan av loyvinum hevði av misgávum ikki verið sent inn til tíðina.

Hetta gjørdi, at lítið og onkið virksemið hevur verið í húsinum aftaná at húsið missti skeinkiloyvi.

Í dag "ynskja" gestir, sum ganga til slík tiltøk og annað,at tað skal kunna bera til at keypa sær  okkurt"leskiligt "afturvið einum góðum tiltakið,sum Mentanarhúsið í mong ár hevur staði fyri.

Men nú er so skeinkiloyvi komið aftur í mentanarhúsið.

Nógv sera góð tiltøk hava verið í mentanarhúsinum gjøgnum tíðina, og halda hesið tiltøk sjálvandi áfram í mentanarhúsinum,eins og undanfarin ár.

Harleyfacadeacryl