Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanarhúsið mitt í býnum

Signhild V. Johannesen

Sum forkvinna í stýrisbólkinum fyri komandi mentanarhús í Klaksvík, var tað ein stórur heiður fyri meg, at sleppa at vera partur av tilgongdini, at ogna øllum borgarum í Klaksvíkar kommunu nýggja og ikoniska mentanarhúsið, sum kemur at vera ein sonn mentanar perla mitt í býnum.

Abbey Road í London, Broadway í New York og La Rambla í Barcelona eru allar kendar, áhugaverdar og forvitnisligar gøtur at vitja. Klaksvíksvegur vilja vit í felag eisini seta á heimskortið. Adressan nummar eitt her í býnum kemur í framtíðini at verða staðið, har klaksvíkingar, norðoyingar og føroyingar savnast til sjónleik, tónleik, list og onnur mentanarlig tiltøk.

Hetta hevur verið ein gevandi og spennandi tilgongd, sum byrjaði við keypi av Posthúsinum í oktober 2013, og evnan av dreymaskjalinum í juni 2014. Allir áhugabólkar hava fingið høvi til, at fáa sín tørv og ynskir við í byggiskránna. Við byggiskránni sum grundarlagi, valdi stýrið at bjóða fýra arkitektafyritøkum møguleikan til eina projektkapping.

Stýrið valdi eina dómsnevnd mannað við tekniska stjóranum hjá Klaksvíkar kommunu, Karl Jacob Ósá, arkitekti Selmar Nielsen, listamanni Edward Fuglø, forkvinnuni í stýrinum Signhild V. Johannesen, Dávur Winther frá mentanardeildini og Jóannes Petersen arkitekti, sum skrivarar.

Inn komu fýra frálík uppskot, sum hvør á sín hátt lýstu og loystu tørvin – og ikki minst tað arkitekttoniska – í einum mentanarhúsi. Eitt mentanarhús sum við tørvinum hjá borgarunum í Klaksvíkar kommunu fyri eyga, kemur at standa sum ein varði, ið samlar og flytur okkum sum samfelag fram við tíðini. Tað vakra hugtekur øll, tí hevur tað arkitektoniska í nýggja mentanarhúsinum, saman við tí funktionella, ført okkum fram til hesa loysnina. Ein loysn har einstaklingar og feløg koma at trívast og mennast.

Eg vil við hesum ynskja vinnaranum – Arktitektavirkið hjá Ósbjørn Jacobsen – tillukku við sigrinum, og hinum trimum arkitektavirkjunum – FuglArk, Map Arkitektar og Arkitektar99 – takk fyri harðan dyst! Og tykkum øllum vil eg ynskja eina frálíka summarferiu. 🙂

Signhild V. Johannesen