Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanarnáttin 2015

Tíðindaskriv

Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, hevur Mentanarnáttin ment seg til størsta einstaka tiltak í Tórshavn aftan á ólavsøkuna. Hetta er kvøldið, tá veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á fólk og vitja tey mongu tiltøkini, har av tey flestu eru ókeypis.

Soleiðis verður eisini fríggjakvøldið 12. juni, tá vit enn einaferð bjóða vælkomin á Mentanarnátt – sum vant við eini fjølbroyttari skrá við nógvum forvitnisligum tiltøkum.

Stovnar og virki fara at lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og hotell spenna seg út, og handlarnir hava leingi opið.

Harleyfacadeacryl