Fríggjadagin 26. januar var mentanarnevnd løgtingsins á kunningarvitjan á Hvalastøðini við Áir.
Fólk frá Tjóðsavninum løgdu vitjanina til rættis og høvdu bjóðað borgarstjóranum í Sunda kommunu við. Víst varð runt á allari Hvalastøðini í meðan Herleif Hammer, stjóri og Erland Viberg Joensen hegnisliga greiddu frá umvælingararbeiðinum og hvørjar ætlanir liggja fyri framman.
Í dýrdarveðrinum í Sundalagnum í dag vórðu nakrar myndir tiknar og sum sæst er umvælingararbeiðið uttan komið væl áleiðis.







