Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanarvika í Fuglafirði

Helgi Abrahamsen

Í døgunum 30. august til 4. september verða mentanardagar í Fuglafirði, og samtíðis fer Føroya størsta harmonikutreff at seta sín hugnaliga dám á býin.

Týsdagin í komandi viku byrja mentanardagarnir í Fuglafirði við mongum og fjølbroyttum tiltøkum.

Fyrireikararnir siga seg leggja dent á at lýsa samanspælið millum vinnu, vitan og mentan, har brýr verað bygdar ímillum tað kreativa samfelagið, tí lærandi vinnuna og framskygda ungdómin.

”Skúlaskapur, vitan og gransking, saman við vinnu og framleiðslu eru óloysiligir partar av samleikanum hjá Fuglafirði, og tað endurspeglast aftur í Mentanardøgunum,” siga fyrireikararnir av mentanardøgunum í einum tíðindaskrivi.

Millum mest lokkandi tiltøkini í ár er ein matmarknaður á torginum við Mentanarhúsið, har fyritøkur og einstaklingar fara at vísa fram, selja, og bjóða smakkiroyndir av framleiðsluni. Talan er bæði um stór ídnaðarvirki, smærri heimavirki og tað tey kalla ”nørdutir einstaklingar”.

Onnur tiltøk eru m.a. konsertir, ein hópur av tiltøkum í ”regnskjólagøtuni”, sjónleikur, Street Food, framsýningar, spennandi gestamarknaður í Ribarhúsi og mangt annað.

Samstundis sum mentanardagarnir eru í Fuglafirði, verður eisini Føroya størsta harmonikutreff í býnum, og tað fer at seta sín tónleikaliga dám á.

Tiltøkini til Mentanardagarnar eru í ávísan mun ókeypis, meðan harmonikutreffið krevur atgongumerki. Atgongumerki til treffið fáast á Kunningarstovuni 238015.

Skráin kann lesast her.

Harleywoodpaint