Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanarvikan í Runavík nærkast 18. – 25. oktober 2009

John William Joensen

Afturvendandi Mentanarvikan fer av bakkastokki í Runavík sunnudagin 18. oktober og heldur fram til sunnudagin 25. oktober. Hetta er fimta ferð, at skipað verður fyri hesum tiltaki.

Mentanarvikan í Runavík byrjar við tiltakinum Mentan & Rørsla sunnudagin 25. oktober kl. 15.00 í býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu. Ítróttarforsetin Sølvi Reinert Hansen setir Mentanarvikuna 2009, síðan spælir Hornorkestrið og eftir tað verður skipað fyri heilsurenning frá økinum við býráðshúsið. Øll eru vælkomin til heilsurenningina, har tveir teinar kunnu rennast ella gangast, sí www.runavik.fo. Bassi luttekur eisini við at býta endurskyn út til luttakararnar.

Nógv tiltøk á skánni

Fleiri listaframsýningar eru alla vikuna. Eitt nú verður Kinesisk list í Gamla Handli við Yan Jingrui, listaframsýning við Erlu H. Olsen í Trendfloor, list í býráðssalinum við Sunrid í Gong og í Løkshøll verður framsýning við heitinum “Menniskjalig Virðir” við Edith Mørkøre. Ein framsýning verður eisini í Orkis við Marjun M. Berg og í Grafiska Verkstaðnum í Søldarfirði verður listaframsýning við Beintu Hansen og Oggi Lamhauge.

Forkunnugt tiltak verður í Glyvra kirkju hvørt kvøld í Mentanarvikuni frá kl. 20-22. Tiltakið hevur fingið heitið List og Kvirra. Heðin Kambsdal hevur listaframsýning og møguleiki verður at njóta kvirruna í kirkjurúminum og at tendra ljós í ljóskolbuni.

Bygdasavnið Forni á Glyvrum spælir á hvørjum ári ein týðandi leiklut í Mentanarvikuni í Runavík. Í ár hevur savnið framsýning, ið nevnist: Skiparaskúlin á Glyvrum, sum byrjaði seinast í 1980. Hendan framsýning er opin hvønn dag í vikuni frá 16.00 – 18.00.

Øll fáa høvi at dansa í Mentanarvikuni. Marilyn Danielsen frá felagnum Kom og Dansa, skipar fyri fýra ymiskum skeiðum í ávikavist Salsa, Linedans, Barnadansi og Rock’n Roll.

Týskvøldið 20. oktober skipar ítróttarfelagið Svanur fyri Boccia kapping í skúlanum við Løkin.

Dorethe Bloch, professari í djórafrøði, heldur áhugaverdan fyrilestur um Haru og Haruveiðing í býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu týskvøldið kl. 19.30. Tiltakið er ókeypis.

Løkshøll í Runavík er karmur um almennu Faroexpo Ráðstevnuna, sum er mikudagin 21. oktober. Heitið á ráðstevnuni er: Mennandi leiðsla. Ráðstevnan byrjar kl. 13.00, har Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runarvíkar kommunu, bjóðar vælkomin. Fyrilestrarhaldararnir eru: Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sum tosar um mennandi leiðslu í verki, Jógvan Fríðriksson, Bispur, sum fer at tosa um hvussu vit møta avbjóðingum, Jákup Veyhe fer at hava ein skeivan undirhaldandi fyrilestur og at enda fer Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, at tosa um hvat eyðkennir rættar avgerðir. Fyrilestrarnir eru fyri almenninginum og til ber at tekna seg til Ráðstevnuna á www.faroexpo.fo ella við at ringja 666600.

Hóskvøldið 22. oktober skipar Handilsmiðdepilin í Runavík fyri tiltakinum SANSA í Løkshøll. Á skránni verður m.a. spennandi undirhald, ábit og vørubásar. Fríggjakvøldið 23. oktober hava handlarnir Open by night. Opið er til kl. 22.00.

Sunndagin 25. oktober verður skipað fyri einum túri, ið nevnist Vinna, mentan og søga, har vitjað verður á Fiskamarknaði Føroya, Navia og Gamla Prestagarðinum á Nesi. Tilmelding fer fram á Kunningarstovuni innan kl. 15.00 fríggjadagin 23. oktober.

Heldur ikki børnini verða gloymd. Sunnudagin 25. oktober kl. 17.00 verður Ársins barnatiltak í ítróttarhøllini í Runavík, har Trølla Pætur, Trølla Omman, Trølla Ommudidd og Trølla Baby luttaka. Steintór Rasmussen fer at syngja við børnunum og aftaná ber til at heilsa uppá Bassa og alla Trøllafamiljuna. Atgongumerki fáast við dyrnar 1 tíma áðrenn.

Fríggjakvøldið 24. oktober er føroyskur dansur í Hæddini í Saltangará frá kl. 21.00. Hetta er fyrsta dansikvøld í vetur og øll eru hjartaliga vælkomin.

Innan tónleikin verður eisini nógv á skránni. Sunnukvøldið 18. oktober kl. 20.00 verður stór konsert í Løkshøll við kendu songkvinnuni Lisu Ekdahl. Fríggjakvøldið 23. oktober kl. 23.30 verður livandi tónleikur við Jens Marna á Péche (café & pub) og leygarkvøldið verður aftur livandi tónleikur frá kl. 23.30. Café Bedura skipar fríggjakvøldið kl. 22.30 fyri síni vældámdu Bedura quiz og eftir tað, verður livandi tónleikur á skránni. Leygarkvøldið 24. oktober verður stórt dansikvøld í ítróttarhøllini í Runavík við Eyðun, Terja, Jens Marna og Kim við orkestri

Mentanarvikan endar við einum sangkvøldi í Glyvra kirkju sunnudagin 25. oktober kl. 20.00, har Kór Glyvra kirkju eisini luttekur.