Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls verður handað fyrst í komandi ári

Klaksvíkar Kommuna

Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls hevur verið handað í samband við nýggjárshaldið á Posthúsinum í Klaksvík nýggjársaftan í trý ár á rað.

Veðurviðurskifti hava verið sera ymisk hesi árini, nýggjárshaldið hevur verið á Posthúsinum í Klaksvík og Klaksvíkar kommuna og Norðoya Kunningarstova hava í ár havt høvi at endurskoða tiltakið, og hava avgjørt, at nýggjárshaldið á Posthúsinum ikki verður í ár.

Men komandi ár verður nýggjárshaldið aftur, tó í broyttum líki. Tað kemur at vera skipað sindur øðrvísi við øðrum innihaldi.

Mentanarvirðirløn Nólsoyar Páls, sum tí skuldi verið handað nýggjársaftan í ár verður handað fyrst í komandi ári. Í tí sambandi verður annað mentanartiltak, sum meir verður at hoyra um seinni.

Klaksvíkar Kommuna

(mynd: Norðlýsið)