Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentannarhúsið í Fuglafirði í sera vánaligum standi

John William Joensen

Ólavur Larsen, sigur at vantandi viðlíkahald av mentanarhúsinum síðan húsið latið upp fyri 12 árum síðan ger at húsið í dag er í sera vánaligum standi. Tað var undanfarna býráð sum keypti húsið og setti meg í starv, men síðan nýggja býráðið tók við hevur mentanarøki ikki havt høga raðfesting og tá vit so í 2013 brúktu ov nógvan pening í samband við neyðugt viðlíkahald av bygninginum, gjørdist samstarvið sera trupult og tað endaði við eini uppsøgn.

Ólavur Larsen, sigur at vantandi viðlíkahald av mentanarhúsinum síðan húsið latið upp fyri 12 árum síðan ger at húsið í dag er í sera vánaligum standi. Tað var undanfarna býráð sum keypti húsið og setti meg í starv, men síðan nýggja býráðið tók við hevur mentanarøki ikki havt høga raðfesting og tá vit so í 2013 brúktu ov nógvan pening í samband við neyðugt viðlíkahald av bygninginum, gjørdist samstarvið sera trupult og tað endaði við eini uppsøgn.

Umvegis Facebook, skrivar Ólavur Larsen, at hann nú takkar fyri seg sum leiðari:

Tað er við sorgblídni, at eg hervið vil takka fyri meg sum leiðari í Mentanarhúsinum. Seinastu góðu 2 árini hava verið ótrúliga spennandi og lærurík, har eg havi møtt nógvum nýggjum avbjóðingum og nógvum nýggjum andlitum. Men alt fær ein enda og nú er tíð til nýggjar avbjóðingar.

Fyrst og fremst fari eg at taka tað “stille og roligt” tað næstu tíðina, men samstundis royni eg at leita mær eftir nýggjum avbjóðingum.

Hevur gjørt eina fráfaringar avtalu

Ólavur Larsen sigur at síðan hetta býráði tók við eru viðurskiftini millum hann og kommununa nógv versnaði.

Orsøkin til uppsøgnina er at vit á sumri 2013 brúktu ov nógvar pengar til átrokandi viðlíkahald, men tað var beinanvegin øllum greitt at vit ikki kláraðu at halda játtanina. Húsið er í sera vánaligum standi eftir at lítið og einki viðlíkahald hevur verið av húsinum síðani húsið lat upp fyri 12 árum síðan og tí fer hendan støðan at standa við og versnað.

Tí er neyðugt at býráðið viðurkennir at tað kostar nógva pengar at reka eitt mentanarhús og at eitt slíkt hús má hava eitt trygt grundarlag undir rakstrinum.

Í 2013 brúktu vitumleið 800.000 ov nógv vegna umvælingar, viðlíkahald, ókeypis tiltøk og tá ikki nóg nógv fólk møta upp til tiltøk, so kostar hetta eisini hvørja ferð og fleiri størri tiltøk í 2013 vóru ikki nóg væl vitja. Hetta førdi til at eg tann 15. September fekk eina fráboðan um uppsøgn, sum gjørdi greitt at eg skuldi úr starvi beinan vegin. Eg kontaktaði fakfelagið hjá mær og síðani tók kommunan uppsøgnina aftur og vit hava nú gjørt eina fráfaringar avtalu har eg verið løntur eftir sáttmálanum sum starvsmannafelagið hevur við kommunurnar.

Eg eri sjálvandi sera keddur um støðuna sum er íkomin og eg føli tað sum at eg ikki náddi teimum málum sum eg setti mær, men nú fari eg so at taka mær av løttum í nakrar dagar til eg aftur farið at leita eftir øðrum starvið.