Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Merkið bleiktrar umborð á nýggja Christian í Grótinum

John William Joensen

Fyri lítlari løtu síðan var føroyska Merkið vundið á stong á samkomu umborð á Christian í Grótinum, har m.a. fýra abbabørn hjá Christian í Grótinum vóru til staðar.

Fyri lítlari løtu síðan var føroyska Merkið vundi á stong á samkomu umborð á Christian í Grótinum, har m.a. fýra abbabørn hjá Christian í Grótinum vóru til staðar.

MS Kvannøy sum varð bygdur í 2002 var í dag handaður av feðgunum Birger Dahl til samtakið Christian í Grótinum á lítlari samkomu umborð í Aalesund har skipið liggur í dokk.

Umframt Kristian Martin vóru eisini trý av abba børnunum hjá Christian í Grótinum, Marianna, Roger og Kjartan, sum búgva í Norra, til staðar tá yvirtøkan var formliga undirskrivað.

Fyrst var norska flaggið strika og síðani varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið, meðan Merkið varð vundið í húnar hátt.

Tá vit tosaðu við Jón Rasmussen fyri løtu síðan, segði hann at eftir ætlan verður Christian í Grótinum á Klaksvík í vikuskiftinum.

Endaligi keypsprísurin var 153 mió. norskar krónur og skulu onkrar broytingar gerast umborð áðrenn skipið ferð til fiskiskap einaferð fyrst í mai mánað.

Orsøkin til keypið er at vit ynskja at allar kvoturnar sum vit ráða yvri verða brúktar til matna, og við nýggja skipinum megna vit at røkka hesum málinum. Vit leggja stóran dent á at virðisøkja tilfeingið og nýggja skipið kann framleiða 150 tons um samdøgrið og lastar 800 tons av frystum.

Við skipinum verða um 20 mans. Skipið er bygt í 2002.

Christian í Grótinum

Ringnot/Pelagisk trål

Produksjonsfartøy

L: 84 m

Byggeår: 2002/2008

Kvote: Ringnot 650 basistonn Kolmule

Produksjon: 120 – 160 tonn filet/24 h

Innfrysningskapasitet: 200 tonn/24 h

Lastekapasitet: 750 tonn frysevarer og 2000 tonn RSW